Óli og teir fremstir eftir sigur í toppdysti

Óli og teir fremstir eftir sigur í toppdysti
Óli Mittún var aftur í miðdeplinum, tá GOG vann toppdystin á Ribe-Esbjerg á útivølli. Føroyingurin skoraði fimm ferðir og legði upp til seks mál
Óli Mittún sleppur ígjøgnum verjuna hjá Ribe-Esbjerg í toppdystinum, sum endaði við 36-31 sigri til GOG
Mynd: Frank Cilius/Ritzau Scanpix  
 
28.09.2026 - 21:11

Góða gongdin hjá Óla Mittún og GOG helt fram, tá tað eydnaðist at vinna toppdystin á Ribe-Esbjerg mánadagin.

Óli Mittún hevur spælt seg glóðheitan í gulu og reyðu troyggjuni, og aftur hesa ferð var føroyska landsliðsstjørnan í miðdeplinum.

Bakspælarin skoraði fimm ferðir upp á tilsamans níggju skotroyndir og legði upp til seks onnur mál hjá fjónliðnum. Í mun til onkran annan dyst í seinastuni var bakspælarin ikki líka effektivur upp á skotmøguleikarnar, men tá tú eigur seinastu ella næstseinastu hond á 11 málum er ikki nógv at klaga um.

Serliga ikki tá tað endar við sigri. Dysturin var annars javnur, og tá umleið átta minuttir vóru eftir at spæla, var støðan 26-26, men so fór GOG undan og vann 36-31. Millum annað við hjálp frá føroyinginum.

GOG hevur 13 stig á 1. plássi frammanfyri Ribe-Esbjerg og Aalborg, sum hava 11 stig í part. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846