Viðmerkjari: Magdalena Andersson brúkar taktikk

Viðmerkjari: Magdalena Andersson brúkar taktikk
Inna Törnroos, samskiftisráðgevi, heldur, at forkvinnan í sosialdemokratiska flokkinum í Svøríki bara er givin fyribils við royndunum at skipa stjórn
Magdalena Andersson, forkvinna í sosialdemokratiska flokkinum, liggur í stríði vin Vinstraflokkin, sum atkvøddi fyri at velja Andreas Norlén úr Moderata flokkinum til formann í ríkisdegnum.
Mynd: TT/Ritzau Scanpix  
 
28.09.2026 - 13:09

Sosialdemokratarnir í Svøríki við Magdalenu Andersson á odda hava givið skarvin yvir at skipa stjórn í Svøríki.

Tað boðaði Magdalena Andersson frá í morgun.

- Eg haldi, at hetta er taktikkur, sigur Inna Törnroos, samskiftisráðgevi í Stokkhólmi.

 


Inna Törnroos.

 

Hon heldur, at Magdalena Andersson bara er givin fyribils við royndunum at skipa stjórn. 

Val var í Svøríki 13. september, og reyð-grøni vongurin fekk tepran meirluta. Magdalena Andersson fekk litið upp í hendur hendi at skipa stjórn. Tí var tað ikki væntandi, at hon longu nú gav skarvin yvir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

28092026_Magdalena_og_Inna

 

Ríkisdagurin hevur valt Andreas Norlén úr Moderata flokkinum til formann. Hann hevur verið formaður seinastu átta árini, og hesa ferð var hann eisini valdur við atkvøðunum hjá Vinstraflokkinum. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037