Avgerð um berghol ikki tikin

Avgerð um berghol ikki tikin
Enn er ikki avgjørt, um berghol verður gjørt í Traðarhamri til Suðuroyartunnilin
Vegurin í Sandslið er ikki egnaður til Suðuroyartunnilin, verður sagt.
 
02.10.2026 - 05:50

Enn er ikki avgjørt, um berghol verður gjørt í Traðarhamri til Suðuroyartunnilin.

Royndarboringin var liðug fyri hálvum mánaði síðani.

Men ikki er liðugt at greina hana enn.

Tó vístu kanningar í boringini sum skilst ikki nakað óvæntað.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Kristian Krog Hentze, løgtingmann.

Landsstýrismaðurin sigur, at væntandi fær partafelagið Suðuroyartunnilin endaligu jarðfrøðiligu niðurstøðurnar fyri ársskiftið.

Vanliga vera slíkar frágreiðingar ikki lagdar alment fram, men innlit kann fáast í frágreiðingina.

Ætlanin er, at bergholið verður prosjekterað og boðið í allari verkætlanini um Suðuroyartunnilin. 

Men um loysnin verður ein vegur eftir Traðarhamri, ella vegur og berghol í Traðarhamri, verður avgjørt eftir vega- og ferðslutøkniligum viðurskiftum og árini á umhvørvið.

Verður loysnin berghol, fer tað inn uppi í Heiðini oman fyri Sandslíð og út aftur norðan fyri Miðstovugarðin í Trøðum. 

1700 metrar

Bergholið verður 1700 metrar.

Tað kostar millum 300 og 350 mió. kr., tá eru vegirnar taldir við.

Ein vegur eftir Traðarhamri kostar millum 150-170 milliónir, stendur í svarinum frá Jacob Vestergaard.

Um bergholið sigur hann, at nakað norðan fyri Meginskúlan snarar vegurin oman móti íbindingini í vegin til Sandoyartunnilin, har ein rundkoyring verður gjørd. 

Frá tunnilsmunnanum uppi á Traðarhamri verður vegurin bundin í vegin til Skarvanesar og eysturbygdirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672