- Tíðindi, mentan og ítróttur
KT-trygdarserfrøðingur: Noyðast at venja okkum við telduálop

- Vit verða noydd at venja okkum við slík telduálop frameftir.
Tað sigur Bárður Christiansen, KT-trygdarserfrøðingur.
Tí er tað týdningarmikið, at fyritøkur eru væl fyrireikaðar og vita, hvussu tær skulu bera seg at, tá eitt telduálop rakar.
Sí eisini: Teldusníkar lupu á Bakkafrost í átta tímar
Bakkafrost er ein av størstu fyritøkunum í Føroyum, við framkomnari verjuskipan ímóti telduálopum. Men sum heild er tað ivasamt, hvussu føroyskar fyritøkurnar eru fyrireikaðar, um eitt álvarsligt KT-álop rakar.
Samstundis sum vit í dag hoyra um álopið á Bakkafrost, hava teldusníkar fingið atgongd til og stolið CPR-nummar hjá 8,8 milliónum skrásettum persónum í Danmark.
Fyri fáum døgum síðani varð Danmarks Tekniske Universitet eisini rakt av einum teldusníkaálopi.
Og hetta er nakað, sum vit mugu venja okkum við framyvir, sigur Bárður Christiansen, KT-trygdarserfrøðingur.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:



























