Nýtt valumfar í Brasil

Nýtt valumfar í Brasil
Hvørki sitandi forsetin, Lula, ella avbjóðarin, Bolsonaro, fingu neyðugu 50 prosentini í fyrra valumfari
Luiz Inácio Lula da Silva, sum hevur verið forsetii Brasil seinastu fýra árini, fekk 44 prosent av atkvøðunum.
Mynd: Amanda Perobelli/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.10.2026 - 08:44

Hvørki av valevnunum á forsetavalinum í Brasil í gjár fekk meira enn 50 prosent av atkvøðunum. 

Tí verður nýtt valumfar 25. oktober.

Tá ið nærum allar atkvøðurnar vóru upptaldar, hevði avbjóðarin, Bolsonaro, fingið 47 prosent av atkvøðunum, og sitandi forsetin, Luiz Inácio Lula da Silva, hevði fingið 44 prosent.

Av tí at hvørgin fekk meira enn 50 prosent av atkvøðunum, verður valið avgjørt í seinna umfari 25. oktober, upplýsa valmyndugleikarnir í Brasil fyri tíðindastovuni Reuters.

 


Flavio Bolsonaro fekk 47 prosent av atkvøðunum. (Mynd: Nelson Almeida/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Lula er sosialistur og ein av fremstu politikarunum á vinstravonginum í Latínamerika.

Bolsonaro er á høgravonginum og vil hava tætt samstarv við Trump-stjórnina. Jair, pápi Bolsonaro, var áður forseti, men er nú fongslaður fyri at hava roynt at fremja statskvett.

Brasil er størsta landið í Suðuramerika, og úrslitið fer at hava stóran politiskan týdning, ikki bara í Brasil, men eisini aðrastaðni í Suðuramerika og heiminum sum heild, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717