- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Missa vit tamarhaldið á vitlíki?

Kunnu maskinur hugsa?
Longu í 1950 spurdi bretski støddfrøðingurin og teldufrøðingurin Alan Turing henda spurningin.
Í dag er spurningurin ein heilt annar.
Seinastu árini hava vit hoyrt nógv um, hvat vitlíki kann gera og lætta um gerandisdagin hjá okkum, men menningin hevur gingið so skjótt, at nú ávara fólk, sum sjálvi hava verið við til at menna tøknina, um avleiðingarnar av viklíki.
Á vegamóti
Tí halda fleiri, at vit standa við eitt vegamót, tí hvør hevur ábyrgdina, tá vitlíki sjálvt fer at taka avgerðir, sum kunnu fáa álvarsligar avleiðingar?
Og kann kappingin millum stórveldini og tøknifyritøkurnar gera, at trygdin verður sett til viks fyri at koma fyrst á mál?
Og eru vit í holt við at skapa okkara egna Frankenstein - eina tøkni, sum vit hava gjørt, men ikki vita, um vit megna at stýra?
Tað spyrja vit í sendingini í dag.
Breddin klokkan 10.

























