Fyribils radari settur upp á Sornfelli

Fyribils radari settur upp á Sornfelli
Radarin er settur upp at ansa eftir loftrúminum, meðan verandi sivili radari verður tikin niður
Radarin, sum nú er settur upp á Sornfelli, verður fyribils, meðan verandi sivili radarin verður tikin niður. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
09.10.2026 - 13:10

Nýggjur fyribils radari, sum skal ansa eftir loftrúminum yvir Føroyum, er settur upp á Sornfelli.

Tað skrivar danska verjumálaráðið.

Materiel- og Indkøbsstyrelsen, FMI, hevur gjørt avtalu við veitaran, Thales, sum hevur latið radaran og sett hann upp.

Fyribils radarin er settur upp at ansa eftir loftrúminum, meðan verandi sivili radari verður tikin niður, skrivar FMI.

 

Strategiskan týdning

- Strategiska staðið hjá Føroyum í Norðuratlantshavi ger tað týdningarmikið at hava eina støðuga og trygga loftmynd, meðan nýggi radarin verður gjørdur. Við hesari loysnini tryggja vit, at støðugt eftirlit er við loftrúminum, sigur Thomas Pedersen, oberstur, sum er stjóri í Loft- og Rúmdardeildini hjá FMI.

- Vit hava havt tætt og gott samstarv við FMI og aðrar myndugleikar um at gera Sornfelli klárt til nýggja fyribils radaran. Landsverk hevur havt projektleiðsluna, og hevur eisini syrgt fyri infrastrukturinum á staðnum. Tá hugsað verður um trygdarpolitisku støðuna nú er gott radaraeftirlit í Norðuratlantshavi týdningarmiklari, enn tað leingi hevur verið. Nú heldur so samstarvið fram um fyribils radaran, meðan nýggi radarin, sum skal verða standandi, er klárur at taka í nýtslu, sigur Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari á Landsverki, við heimasíðuna hjá FMI.

Hoyr samrøðu við Sámal Ímundarson, verkætlanaleiðara á Landsverki, í útvarpstíðindunum: 

 

09102026_Radari_og_Samal

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040