- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lønarkarmurin verður 3,86 prosent næsta ár

Felags lønarkarmurin, sum er avtalaður á almenna arbeiðsmarknaðinum, verður 3,86 prosent næsta ár.
Tað er greitt, nú tjóðaroknskapurin fyri 2025 er almannakunngjørdur.
Tað boðar Fíggjarmálaráðið frá í tíðindaskrivi.
Tilsamans 12 fakfeløg eru við í avtaluni um felags lønarkarm, sum skal vera grundarlag undir komandi sáttmálasamráðingum.
Í februar í ár skrivaðu Fíggjarmálaráðið og 12 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum undir avtalu um felags lønarkarm.
Sambært hesi avtalu skal lønarkarmurin fyri tíðarkseiðið 1. oktober 2026 til 30. september 2027 ásetast, tá ið tølini fyri produktivitetsvøksturin í 2025 eru tøk.
Tey tølini eru tøk nú, skrivar Fíggjarmálaráðið.
Lønarkarmurin frá 1. oktober 2027, og til avtalan fer úr gildi, verður ásettur á hvørjum ári eftir sama leisti.



























