Ikki yvirskot til kalsoyartunnil

Ikki yvirskot til kalsoyartunnil
Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum vísir á, at almennu Føroyar hava eina stóra haldførisavbjóðing, og at útlit longu eru til stórar lántøkur komandi árini
 
11.10.2026 - 19:00

- Ætlanin er at gera tað í einum almennum tunnilsfelagi, og tað er jú 100 prosent almenn ogn, so tað broytir jú einki jú við støðuni, at tað er tað almenna, sum skal út og lánifíggja hesa íløguna.

Tað sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum í samband við møguleikan at gera ein undirsjóvartunnil til Kalsoyar.

Fyrr í vikuni boðaði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samfeðslumálum, frá, at hann nú ætlar at broyta lógina fyri Norðoyatunnilin, soleiðis at hann kann  fyrireika ein undirsjóvartunnil til Kalsoyar. Hann verður so mettur at kosta ið hvussu so er nakrar hundrað milliónir krónur.

 

Kunnu ikki læna óavmarkað
Formaðurin í Búskaparráðnum sigur, at tað er avmarkað, hvussu nógv vit kunnu læna í Føroyum.

- Herfyri komu vit út við eini haldførisgreining, sum staðfesti tað, at fíggjarpolitikkurin ikki er haldførur í løtuni. Tað vil siga, at vit hava útlit til vaksandi hall tey næstu nógvu árini. Og um vit bara taka tey fyrstu 10 árini, fram til 2036, so vístu okkara útrokningar, at har verður ein lánitørvur á umleið sjey milliardir krónur í nútíðar krónum afturat til at fíggja tað vaksandi hallið hjá landskassanum og kommunum. So tað almenna skal út og lánifíggja tað. 

Og tað eru reglur fyri, hvussu nógv ið gott er at læna.

- Hyggjuráðini eru, at mann ikki skal læna meiri enn eitt ávist av BTÚ. Og reglan fyri ES hevur verið 60 prosent av BTÚ. Og í løtuni hevur tað almenna (í Føroyum) lænt umleið 9 milliardir, sum svarar til 30 prosent av BTÚ. So mann kann, um mann tambar tað - nú kom Hagstovan við einum dagførdari uppgerð av BTÚ fyri í fjør, sum er 29,5 milliardir - so 60 prosent av tí, tað er umleið 18 milliardir krónur, sum tað almenna kann læna. Taka vit tær 9 milliardirnar, sum mann hevur lænt í dag, og leggja tær 7, sum útlit eru til, at mann skal læna til raksturin og almennar íløgur næstu 10 árini, so eru bara umleið tvær milliardir eftir, sum tað almenna kann læna.

Johnny í Grótinum vísir eisini á, at útlit eru til, at hitt almenna fer at taka stór lán komandi árini.

- Løgtingið hevur jú samtykt, at mann skal fara út og projektera og fyrireika ein Suðuroyartunnil, sum mann eisini skal læna til. So leingi, sum mann ikki hevur tikið støðu til tann tunnilin, so er absolutt ikki ráð til at gera ein Kalsoyartunnil afturat.

 

Frakland er á vandakós
Spurdur, um tað eru dømi um lond, sum hava ov stóra skuld í so máta, svarar Johnny í Grótinum játtandi.

- Vit hava nógv dømi um tað í løtuni, tíverri. Akkurát í løtuni er stórt fokus á Frakland, sum hevur lænt 120 prosent av BTÚ, og hevur hall á umleið 5 prosent av BTÚ í ár. Har hava íleggjarar og lánveitarar mist tolið, og tí er rentan farin drønandi uppeftir tær síðstu vikurnar. Frakland má nú gjalda hálvtannað prosent meiri í rentu enn Týskland, sum er søguliga høgt og sera vandamikil kós, sum Frakland er á í løtuni. Tað er sjálvandi langt omanfyri tað, sum hyggjuráðini eru, altso tvær ferðir hesi 60 prosentini av BTÚ. 

 

Hoyr innslag úr útvarpstíðindunum.

Kalsoyartunnil_JohnnyIGrotinum_2026-10-11

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531