- Tíðindi, mentan og ítróttur
Húsarhaldini skylda eina milliard meira enn fyri ári síðani

Føroysku húsarhaldini skylda eina góða milliard krónur meira í dag enn fyri einum ári síðani.
Samlaðu útlánini hjá føroysku peningastovnunum til húsarhaldini vóru í august í fjør 11,3 milliardir krónur og 12,4 milliardir í august í ár. Vøksturin er 9,2 prosent.
Sambært greining hjá Landsbankanum rinda húsarhaldini í meðal 3,97% í rentu av sínum sethúsalánum, og realkredittlánini kosta stórt tað sama, í meðal 3,93% í rentu og bidragi.
Greiningin var gjørd í august, og síðani hava allir peningastovnarnir boðað frá rentuhækkingum.
Sambært landsbankanum raka tey, sum skylda 2,5 milliónir krónur, loftið fyri rentustuðli, tá rentan fer upp um fýra prosent. Heili 92 prosent av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum er við broytiligari rentu, upplýsir Landsbankin.



























