- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákæruvaldið vil hava føroyskar verjar

- Vit plaga at mótmæla, tá rættarmál, sum skulu viðgerast í Føroyum, hava danskar verjar. Tað ber til at fáa líka góðar føroyskar verjar, viðhvørt enntá betri.
Tað sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri.
Hon sigur tað vera sera óheppið, at sakarmálið um 5F-ADB, sum verður brúkt til at gera rúsevni, var útsett í Landsrætttinum.
Landsrætturin skuldi viðgera málið seinnapartin mánadagin og í gjár.
Veðurfastur
Men annar verjin, sum skuldi koma úr Danmark á middegi mánadagin, var veðurfastur, og kom ikki fyrr enn seint seinnapartin.
Og hin verjin, sum kom til Føroya longu fríggjadagin, kundi ikki útseta fráferðina hjá sær úr Føroyum.
Tí bar ikki til at brúka dagin í dag í staðin fyri mánadagin.
Teir báðir ákærdu vóru eisini komnir til Føroya.
Teir eru annars í varðhaldi í Danmark og fara aftur hagar. Báðir fingu 12 ár í Føroya rætti.
Nú kann Landsrætturin ikki viðgera mál teirra fyrr enn í mars næsta ár.


























