Sement 2026, triðja umfar: Flákrandi kvinnur og høgguslokkar

Sement 2026, triðja umfar: Flákrandi kvinnur og høgguslokkar
Leygarkvøldið verður triðja og seinasta Sement-undanumfar í Reinsarínum í Havn og í sjónvarpinum. Á skránni verður alt frá flákrandi kvinnunum til høgguslokkar
 
16.10.2026 - 21:00

Sement er gróthart í ár.

Støðið hevur verið høgt millum luttakararnir higartil, sum í størri mun enn undanfarin ár eru ung og ókend nøvn. 

Higartil hava Eimyrja, Nettup, Gaia og Alto spælt seg í Sement-finaluna, sum verður í Reinsarínum í Havn 27. oktober. 

Leygarkvøldið verður triðja og seinasta undanumfar, og seks nøvn skulu royna at sannføra dómararnar um, at tey eiga eitt av tveimum plássum í finaluni. 

 

L.A.D.Y.

L.A.D.Y. er ein spennandi føroysk/svensk duo, sum bryggjar tónleikin í teirra heimastudio.

Við at blanda ymisk tónleikasløg og -tíðarskeið saman, so skapa L.A.D.Y. sítt heilt egna ljóðunivers.

Við poetiskum tekstum, tíðarleysum løgum og smakkfullum skemti, bjóðar L.A.D.Y. okkum inn í ein filmiskan heim, har hvør sangur er ein nýggj søga.

 

LES EISINI: Nettup og Eimyrja komu í finaluna úr fyrsta umfari

 

REYN

Summi løg skulu bara hava tíð at búnast!

REYN er ein indiepopbólkur við royndum tónleikarum, sum nú hava sligið seg saman fyri at geva gomlum tónleikahugskotum nýtt lív.

Úrslitið er ein spennandi blanding av inniligum løgum, lívligum rútmum og indiepoppi, sum bæði kann hoyrast og merkjast.

 

KRASJ

Føroyski punkpallurin hevur fingið ein nýggjan bólk, og teir koma buldrandi. 

Krasj eru fýra ungir punkarar, sum eru klárir at bróta ljóðmúrin við heimagjørdum punkløgum og nógvari orku. 

Hetta er for frá og beint frá livrini. 

 

SÍ EISINI: Í myndum: Dyrnar gloppaðar inn í framtíðina hjá føroyska tónleikapallinum

 

FLÁKRA

Meðan hini børnini sótu still og fylgdu við, sótu Bjørk og Tina og murraðu við til sangirnar. Tí tóku tey vaksnu og onnur børn ofta til, at tær vóru “í so flákrutar”.

Oftast verður rullað við eygunum, tá man er ov flákrut. At vera flákrut merkir at vera ófriðalig. At órógva. At vera torfør at fáa samband við.

Fyri Bjørk og Tinu merkir flákran frælsi. Frælsi til at velja sjálvar. At ganga sínar egnu leiðir. At syngja síni egnu løg. At skriva sínar egnu søgur.

Tí valdu tær báðar at blása nýtt lív í hitt flákruta og venda tað, sum áður varð hildið at vera ein veikleiki, til eina styrki og geva tónleiki sínum flog.

 

LES EISINI: Gaia og Alto eru víðari úr øðrum umfari av Sementi

SÍ EISINI: Í myndum: Gentuorka gjørdi sína innrás í Sement

 

EIJA

Navnið Terji Þór Brynjarsson sigur tær kanska ikki so nógv. Men hann kemur úr einari av mest musikalsku familjunum í Føroyum!

Hann er beiggi Ásu Helenu Brynjarsdóttir og Ronju Rasmussen, sum báðar hava staðið seg væl í Sement. Seinasta umfar var mamma hansara, Gudny Rasmussen, á pallinum. Og mosturin? Hon er eingin onnur enn Sølva Ford.

Men Terji er heldur ikki heilt ókendur. Fyri átta árum síðani skrivaði hann nemliga hittið Mjørkadal. 

Nú er hann klárur við nýggja tónleikaverkætlanini EIJA, sum leygarkvøldið fær sína frumframførslu á Sement

 

LES EISINI: 21 spennandi tónleikanøvn fara at kappast um sigurin

 

HØGG OG SLOKK

Tað byrjaði við fjollutum tónleiki og løgnum løgum.

Men tá Høgg og Slokk lærdu um Paul Watson, Jenis av Rana og Olaf Halvorsen, bleiv alt knappliga nógv meira seriøst.

Tróndur Galán í Høgg og Slokk hevur eisini punkarablóð í æðrunum. Hann er nevniliga sonur Niels Arge Galán, oddamann í 200.

Men hesa ferð snýr tað seg ikki um gamlar punkarar, men um ungar popprokkarar, sum skriva egnan tónleik og eru klárir at blása fólkið um koll.

 

LES EISINI: "Undirtøkan er merkiliga góð"

 

Sement

 

Hvat: Sement 2026
Hvar: Í Reinsarínum, sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Øll leygarkvøld í oktober kl. 20
Dómarar: Elinborg Pálsdóttir, Niels Arge Galán, Anna Iachino, Danny Baldursson, Ísak Sambleben og Páll Oddur Rubeksen.
Vertur: Lillian Dalsgaard
Sjónvarpsvertir: Rebekka Manuela Behrens & Finnur Koba
Reportari: Bjartur Sigmundarson

 

Treytir fyri luttøku:

  • Bólkurin ella einstaklingurin skal vera føroyskur ella hava fast tilknýti til Føroyar.
  • Framførslan má í mesta lagi vara 12 minuttir.
  • Øll løg skulu vera egin løg og ikki útgivin frammanundan.
  • Ein tónleikari kann luttaka í upp til trimum bólkum. Tó kunnu í mesta lagi tveir tónleikarar ganga aftur í somu bólkum.
  • Hevur ein bólkur vunnið Sement, skulu fimm ár ganga, áðrenn sami bólkur kann luttaka aftur.

 

Vinningar:

  1. vinningur: 30.000 kr.
  2. vinningur: 20.000 kr.
  3. vinningur: 10.000 kr.

    Umframt pengavinningarnar, so velja Spot festivalurin í Danmark, G! festivalurin í Gøtu og Voxbotn í Havn hvør sín luttakara til skránna komandi ár.  

 

Sement-vinnarar:
2025: Hans Andrias
2024: Gówa
2023: Aggrasoppar 
2022: Marius DC 
2021: Joe & The Shitboys 
2020: Tamara 
2019: Reality Bites 
2018: Fróði Bjarnason 
2017: Jasmin 
2016: Blusette 
2015: Konni Kass 
2014: Lyon and The Color Storm 
2013: The Absent Silver King 
2012: Sleepless Ghosts 
2011: Guðrun & Bartal 
2010: Hamferð 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028