- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sement 2026: 21 spennandi tónleikanøvn fara at kappast um sigurin

So er tíðin aftur búgvin til Sement - tónleikakappingina hjá Tórsgøtu, ið hevur fostrað fleiri av fremstu nøvnunum á føroyska tónleikapallinum seinastu 15 árini.
Í ár er kappingin flutt til oktober, og 21 spennandi tónleikabólkar og einstaklingar fara at kappast um sigurin í Sement øll fýra vikuskiftini í oktober.
Fyrsta umfarið verður 3. oktober, meðan sjálv finalan verður 27. oktober.
Og í ár verða øll umførini og finalan send í sjónvarpinum.
Saftig tónleikabuffét
Fyriskipararnir lova, at tað verður ein saftig tónleikabuffét, har vit fáa bjóðað alt frá singer/songwriter-tónleiki og poppi til tungmálm og hipp hopp. Har verður alt frá tí kensluborna til tað aggressiva og samfelagsrevsandi.
Har verður okkurt kent, okkurt minni kent og okkurt fullkomuliga ókent. Ella sagt við øðrum orðum: Akkurát sum tað skal vera.
Tað sermerkta við Sement er eisini, at nógvir tónleikabólkar og einstaklingar hava fingið sítt gjøgnumbrot í kappingini, hóast hesi ikki vunnu kappingina. Nevnast kunnu eitt nú RSP, Ása, Ronja, Bolstad og ikki minst Tunghoyrt.
Ronja fekk sítt stóra gjøgnumbrot til Sement í fjør, hóast hon ikki vann kappingina (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)
1. umfar
Leygarkvøldið, 3. oktober, kl. 20
- Dóttir (popp)
- Eimyrja (tungmálm)
- Nettupp (hipp hopp)
- Grótbrotið (rokk/blues)
- Claus í Grund (singer/songwriter)
- Rasmus Vigant (singer/songwriter)
Ein av spennandi bólkunum í 2. umfari er ALTO, ið spælir poppi við funki og jazzi blandað uppí
2. umfar
Leygarkvøldið, 10. oktober, kl. 20
- Cork (grunge)
- Gaia (indie-folkpopp)
- ALTO (poppur, funk, jazz)
- Gudny (singer/songwriter)
- Broken Signal (tungmálm)
- Bodil (singer/songwriter, indie-popp)
- Lazarus (hipp hopp, funk, folk, rokk)
- Magnus King
3. umfar
Leygarkvøldið, 17. oktober, kl. 20
- Krasj (punk)
- Reyn (indiepoppur)
- Dan Leivsson (britrokk)
- Høgg og Slokk (popp/rokk)
- Flákra (singer/songwriter)
- EIJA (fólkatónleikur)
- L.a.d.y. (alternativur poppur)
Finalan verður
Innleiðandi Sement-umførini vera leygarkvøldini 3., 10. og 17. oktober, meðan sjálv Sement-finalan verður leygarkvøldið 27. oktober.
Sement-vinningarnir hava ofta verið studiotíð í Studio Bloch, men tíverri er Studio Bloch nú ein saga blot, tí tað snaraði lykilin um fyrraárið.
Tí eru Sement-vinningarnir aftur í ár pengar og møguleikin at spæla á Spot- og G!-festivalinum:
Nr. 1: 30.000 kr.
Nr. 2: 20.000 kr.
Nr. 3: 10.000 kr.
G! festivalurin, sum verður 15. til 17. juli, velur ein bólk at spæla á G! 2025.
SPOT festivalurin, sum er í Århus 7. og 8. mai og er tann størsti showcase-festivalur í Danmark, velur ein bólk at luttaka á ársins festivali. Í vinninginum er ferðing og uppihald goldið.
Kringvarp Føroya sendir Sement í sjónvarpinum, og so verður tiltakið eisini stroymt her á heimasíðuni hjá KVF.
SÍ EISINI: UNDANFARNAR SEMENT-KAPPINGAR Á KVF SJÓN
Hvat: Sement, 1. umfar
Hvar: Í Reinsarínum, sjónvarpinum og á kvf.fo
Nær: Leygarkvøldið kl. 20
Luttakarar: Dóttir, Eimyrja, Nettupp, Grótbrotið, Claus í Grund, Rasmus Vigant.
Dómarar: Elinborg Pálsdóttir, Niels Arge Galán, Anna Iachino, Danny Baldursson, Ísak Sambleben og Páll Oddur Rubeksen.
Vertur: Liljan Dalsgaard
Treytir fyri luttøku:
- Bólkurin ella einstaklingurin skal vera føroyskur ella hava fast tilknýti til Føroyar.
- Framførslan má í mesta lagi vara 12 minuttir.
- Øll løg skulu vera egin løg og ikki útgivin frammanundan.
- Ein tónleikari kann luttaka í upp til trimum bólkum. Tó kunnu í mesta lagi tveir tónleikarar ganga aftur í somu bólkum.
- Hevur ein bólkur vunnið Sement, skulu fimm ár ganga, áðrenn sami bólkur kann luttaka aftur.
Sangarin og sangskrivarin Hans Andrias streyk avstað við sigrinum í Sement í fjør (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)
Sement-vinnarar:
2025: Hans Andrias
2024: Gówa
2023: Aggrasoppar
2022: Marius DC
2021: Joe & The Shitboys
2020: Tamara
2019: Reality Bites
2018: Fróði Bjarnason
2017: Jasmin
2016: Blusette
2015: Konni Kass
2014: Lyon and The Color Storm
2013: The Absent Silver King
2012: Sleepless Ghosts
2011: Guðrun & Bartal
2010: Hamferð





























