- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ófriðarkroppar gjørdu, at mótmælini blivu so ógvuslig
Ófriðarkroppar gjørdu, at mótmælini blivu so ógvuslig
- Tað eru ófriðarkroppar, sum eru komnir við uppí mótmælini í Fraklandi. Tí eru tey vorðin so ógvuslig.

Eldur var settur á bilar, handlar og aðrar bygningar í ógvusliga ófriðinum, sum var í Fraklandi í gjár.
Mynd: Matthieu Rondel/AFP/Ritzau Scanpix
18.10.2026 - 18:30
Tað sigur Napoleum Smith í Havn, sum tilsamans hevur lisið í fimm eitt hálvt ár í Fraklandi og sum fylgir væl við í fronskum viðurskiftum.
Politiið hevur handtikið fleiri enn 1800 fólk eftir ógvuslig mótmæli í fleiri støðum í Fraklandi í gjár og í nátt.
Fólk hava gjørt herverk, eldur er settur á bygningar, bilar, handlar, kafe'ir og múrsteinar eru blakaðir eftir politinum.
Handilsvindeygu vóru brotin, og fólk í hettum hava tikið nógv klæði og skógvar úr handlum, skriva fleiri miðlar.
Í býnum Limoges varð eldur settur á ráðhúsið, sum er frá 1883. Tað er sera illa farið.
1838622
Les eisini 1800 handtikin eftir ófrið í Fraklandi
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























