Busta tenn og halt sjúkum burtur

Busta tenn og halt sjúkum burtur
Góð munnheilsa hevur størri týdning, enn fleiri okkara geva okkum far um. Í ringasta føri kann vánalig munnheilsa ávirka ávísar sjúkur og blóðtøppar, vísir tannlækni á.
 
21.10.2026 - 12:21

Tú bustar tenn og brúkar regluliga tanntráð.

Men visti tú, at við at halda tenninar reinar, syrgir tú eisini fyri at minka um vandan fyri álvarsomum sjúkum? 

Í Heilsuhorninum hesa ferð verður sjóneykan sett á munn- og tannheilsu, og sambært Sáru Fossá, tannlækna, er umráðandi at fólk vita, hví góð munnheilsa hevur týdning.

Í sendingini vísir Sára Fossá á, at munnurin er inngongdin til kroppin, og at munnheilsa er meira enn bara hol í tonnunum.

- Muðurin hongur saman við restini av kroppinum, og vissi tú hevur óviðgjørdan bruna í tannkjøtinum ella í einari tonn, so ávirkar tað restina av kroppinum, sigur Sára Fossá.

Sambært henni kann tað hava álvarsligar avleiðingar, um tú ikki tekur tær væl av munn- og tannheilsuni.

- Til dømis vísir gransking, at bakteriur kunnu fara frá munninum og út í blóðbanan. Tað kann hava ávirkan á ávísar sjúkur, eitt nú diabetes og hjarta-æðrasjúkur. Og so vísir tað seg eisini, at bakteriur frá munnholuni eru at sæddar í blóðproppum í hjartanum og í heilanum, fortelur Sára Fossá í útvarpssendingini Heilsuhornið.

Hoyr alla sendingina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364