- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sement 2026: Finalan er sum ein væl blandað fruktkurv

Tað ber ikki til at kappast um tónleik, verður ofta tikið til, og nakað er um tað.
At kappast um tónleik er sum at samanbera perur og bananur, segði Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur í sjónvarpinum, í sambandi við eitt undanumfar til Sement-finaluna.
Hóast tónleikafrøðingurin hevur grein í sínum máli, so eru tónleikakappingar ógemeina væl umtóktar, serliga sum sjónvarpssendingar, og Sement er einki undantak.
LES EISINI: Sement tendrar nýggju stjørnurnar á føroyska tónleikahimmalinum
Flákra, við Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge og Tinu Mellemgaard, er í roynd og veru alt annað enn flákrandi tónlistarliga (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
LES EISINI: Sement 2026: Vakurleikin og Beistið funnu hvørt annað í triðja umfari
Sum í einum aldingarði
Í kvøld skal so vinnariN av Sement 2026 finnast millum sjey av teimum 21 tónlistanøvnunum, ið bjóðaðu seg fram í trimum undanumførum.
Sement-finalan verður eins fjøltáttað og ein væl blandað fruktkurv ella aldingarður. Har verður alt frá dreymapoppi til tungmálm, og alt frá hipp hoppi til singer/songwriter-tónleik.
Krasj tók alt og øll á bóli, tá punkrokkararnir spældu seg í finaluna úr triðja undanumfari (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
LES EISINI: Sement 2026: Vakurleikin og Beistið funnu hvørt annað í triðja umfari
Aftur til røturnar
Sement 2026 hevur verið sermerkt á tann hátt, at talan hevur í rættiliga stóran mun verið um nýggj nøvn, ið enn ikki hava fest røtur á føroyska tónleikapallinum, sum hava bjóðað seg fram.
Seinastu árini hevur tað nærmast verið siðvenja, at frammanundan kend nøvn á føroyska tónleikapallinum eru strokin avstað við Sement-sigrinum, eitt nú Hans Andrias í fjør, Gówa í 2024, Aggrasoppar í 2023, Marius DC í 2021 og Joe & The Shitboys í 2021.
Í so máta hevur Sement í ár verið ein ferð aftur til røturnar hjá kappingini, sum byrjaði í ungdómshúsinum Margarinfabrikkin, og tá fullkomiliga ókendir spírar plagdu at vinna Sement. Tað vóru ikki nógv, ið høvdu hoyrt um Hamferð, áðrenn bólkurin vann fyrstu útgávuna av Sement í 2010. Saman kann sigast um Guðrun & Bartal í 2011, Sleepless Ghosts í 2012 og The Absent Silver King í 2013.
Sement hevur tó víst í verki, at tað er meira enn bara ein vinnari, tí kappingin hevur prógvað sítt virði sum lopfjøl fyri nýggjar bólkar og einstaklingar út á føroyska tónleikapallin - sjálvt um hesi ikki vinna ella eingongd koma í finaluna.
LES EISINI: Sement gjørdist gjøgnumbrotið hjá Telemama
Nettup, við Lazar Ilic á odda og Balduri Holm í bakgrundini, kom brestandi víðari úr fyrsta undanumfari (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Onkur stingur nøsina longri fram
Sjey tónlistanøvn skulu í kvøld royna at sannføra dómsnevndina um, at júst tey skulu vinna Sement 2026.
Hóast eingin greiður favorittur er, so kemst ikki undan, at nøkur hava stungið nøsina eitt sindur longri fram enn onnur.
Her verður hugsað um hipp hopp-bólkin Nettup, sum við eyðkenda, erpna havnar-eygnabragdinum (swagger), kom bæði brestandi inn á føroyska tónleikapallin og víðari í kappingini.
Tað reyk av talenti, yvirskoti og kanti, og tað var modernað upp á ein ómodernaða máta, sum jú er uppi í tíðini.
LES EISINI: Sement 2026: Nettup og Eimyrja komu í finaluna úr fyrsta umfari
Pallurin í Reinsarínum í Havn var, upp á allar mátar, ov lítil at rúma kvinnubólkinum Gaiu (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Gaia og Flákra hugtóku
Fagnaðurin mundi heldur ongan enda fingið eftir framførsluna hjá kvinnbólkurin Gaia, ið telur heili níggju ungar kvinnur.
Gaia hugtók áskoðarnar og dómararnar við sínum singer/songwriter-poppi og síni nærveru, og pallurin í Reinsarínum í Havn var, upp á allar mátar, ov lítil at rúma stórliga fagnaða kvinnubólkinum, sum hevur beina kós móti størri pallum.
Tina Mellemgaard og Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge í Flákra hugtóku sanniliga eisini við sínum dreymapoppi. Flákra er kanska mest etableraða navnið í finaluni saman við tungmálmsbólkinum Eimyrju.
LES EISINI: Gaia og Alto eru víðari úr øðrum umfari av Sementi
Alto er eins ungsintur og bólkurin er væl spælandi (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Ungsint og orkufult
Tað kemst heldur ikki uttan um, at ungsinti og orkufylti fusións-bólkurin Alto liggur væl í svinginum til at vinna Sement. Alto er eins áhugaverdur og væl umtóktur, sum hann er væl spælandi.
Men eingin kapping uttan spennandi outsidarar, ið nógv av okkum elska at halda við. Tónleikakappingin Sement er einki undantak. Upp á nógvar mátar, so er Sement ein tónleikalig útgáva av kendum ævintýrum, sum Disney hevur gjørt til teknifilmar. Orsøkin til, at vit seta okkum spent at hyggja eftir Sement, er vónini um at síggja ein frosk blíva til ein prins, Øskufíu fáa sín prins, og at onkur skal vekja Tornurósu úr hennara djúpa svøvni.
Á sín sermerkta hátt, so skuffar Sement okkum ongantíð, tí hvørt ár fáa vit eitt sindur av øllum hesum.
Bodil á Boðanesi var so mikið sannførandi, at hon fekk ársins wild card frá dómsnevndini (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Outsidararnir í ársins Sement-finalu eru punkrokk-bólkinum Krasj og sangaranum og sangskrivaranum Bodil, ið fekk ársins wild card frá dómsnevndini.
Hvør vinnur Sement 2026 fæst at vita í kvøld klokkan 20, tá finalan verður í Reinsarínum í Havn. Kringvarpið vísir eisini finaluna í sjónvarpinum.
Sement-finalistarnir 2026:
- Eimyrja (tungmálmur)
- Nettup (hipp hopp)
- Alto (indie-popprokkur)
- Gaia (indie-popprokkur)
- Flákra (dreymapoppur)
- Krasj (punkrokkur)
- Bodil (singer/songwriter)
Gerhard Páll Lognberg, oddamaður í tungmálmsbólkinum Eimyrja (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Hvat: Sement 2026 - Finalan
Hvar: Í Reinsarínum, sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Í kvøld kl. 20
Dómarar: Elinborg Pálsdóttir, Niels Arge Galán, Anna Iachino, Danny Baldursson, Ísak Sambleben, Glenn Larsen og Páll Oddur Rubeksen.
Vertur: Lillian Dalsgaard
Sjónvarpsvertir: Rebekka Manuela Behrens & Finnur Koba
Reportari: Bjartur Sigmundarson
Treytir fyri luttøku:
- Bólkurin ella einstaklingurin skal vera føroyskur ella hava fast tilknýti til Føroyar.
- Framførslan má í mesta lagi vara 12 minuttir.
- Øll løg skulu vera egin løg og ikki útgivin frammanundan.
- Ein tónleikari kann luttaka í upp til trimum bólkum. Tó kunnu í mesta lagi tveir tónleikarar ganga aftur í somu bólkum.
- Hevur ein bólkur vunnið Sement, skulu fimm ár ganga, áðrenn sami bólkur kann luttaka aftur.
Vinningar:
- vinningur: 30.000 kr.
- vinningur: 20.000 kr.
- vinningur: 10.000 kr.
Umframt pengavinningarnar, so velja Spot festivalurin í Danmark, G! festivalurin í Gøtu og Voxbotn í Havn hvør sín luttakara til skránna komandi ár.
Sement-finalistarnir 2026:
- Eimyrja (tungmálmur)
- Nettup (hipp hopp)
- Alto (indie-popprokkur)
- Gaia (indie-popprokkur)
- Flákra (dreymapoppur)
- Krasj (punkrokkur)
- Bodil (singer/songwriter)
Sement-vinnarar:
2025: Hans Andrias
2024: Gówa
2023: Aggrasoppar
2022: Marius DC
2021: Joe & The Shitboys
2020: Tamara
2019: Reality Bites
2018: Fróði Bjarnason
2017: Jasmin
2016: Blusette
2015: Konni Kass
2014: Lyon and The Color Storm
2013: The Absent Silver King
2012: Sleepless Ghosts
2011: Guðrun & Bartal
2010: Hamferð


































