Sement gjørdist gjøgnumbrotið hjá Telemama

Sement gjørdist gjøgnumbrotið hjá Telemama
Hóast plátuaktuelli indiebólkurin Telemama hevur luttikið í Sement tvær ferðir uttan at røkka einum finaluplássi, so hevur kappingini havt avgerandi týdning fyri bólkin
Telemama á pallinum í Fjósinum á G! festivalinum í summar
Mynd: Lykke Nielsen  
 
17.10.2026 - 15:00

"Sement? Jú, 100 prosent! Avgjørt!"

Orðini eigur Óli Joensen, sangari og gittarleikari í føroyska indie-popp/rokkbólkinum Telemama, tá hann í sendingini LEITISSTEIN verður spurdur, um Sement ikki hevur havt alstóran týdningin fyri plátuaktuella bólkin úr Havn. 

Í summar gav Telemama sína sjálvnevndu debutplátu út, og tað bleiv krúnað við einari konsert á G! festivalinum, ið fekk nógv rós. 

"Sement er eitt megnar tiltak, ið er sera týdningarmikið fyri ungar bólkar, sum sleppa at royna seg á einum ordiligum palli við góðum ljóði og ljósi," útgreinar Óli Joensen. 

"Tað blómar á føroyska tónleikapallinum, og eg dugi ikki at síggja ein betri møguleika hjá hesum ungu spírum at koma ordiliga ígongd, enn at luttaka í Sement."


Telemama á pallinum til Sement 2022, sum var fyrstu ferð, at Sement bleiv sjónvarpað

 

HOYR EISINI: LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)

 

Eitt teleportur

Fyri Telemama gjørdist Sement-luttøkurnar í 2021 og 2022 startskotið, eitt teleportur, sum teleporteraði - okey, snarflutti - bólkin út í føroyska tónleikastjørnuhimmalin.

"Telemama bleiv stovnaður í desember 2020, og vit spældu okkara allarfyrstu konsert til Sement í 2021, so Sement hevur havt stóran týdning," greiðir gittarleikarin Hendrik Jacobsen frá.

"Tað var ein kavabóltur, ið fór á rull eftir Sement-luttøkuna, hóast vit ikki eingongd komu í finaluna. Stutt eftir Sement í 2021 spældu vit eisini okkara fyrstu ordiligu konsert, tá vit hitaðu upp fyri Sigmund Zachariassen í Sirkus." 

"Ja, og nú er Sirkus, ið eisini var ein góður pallur fyri nýggjar bólkar, farið í søguna," leggur Óli Jonesen sorgblítt afturat. 


Ein blaðungur Óli Joensen á odda fyri Telemama til Sement 2022

 

SÍ EISINI: Sement 2022, 1. umfar

 

Kanska ov stórt?

Óli Joensen er eitt sindur tvísinnaður um stóru menningina, ið Sement hevur verið ígjøgnum, síðani Telemama luttók fyrstu ferð, nú tiltakið eisini verður sent í sjónvarpinum. 

"Upp á ein máta er Sement blivið rættiliga stórt, kanska ov stórt. Kanska tað styggir onkran burtur. Tá vit luttóku fyrstu ferð, so vóru tað bara tey fólkini, sum vóru í Reinarínum í Havn, ið hoyrdu og sóu okkum. Nú eru tað allar Føroyar."

Eingin ivi er tó um týdningin av Sement í hugaheiminum hjá limunum í Telemama. 

"Tá vit hyggja afturat á videoupptøkur av fyrstu luttøkuni, so sær mann væl, at hatta er ein bólkur, ið spælir sína fyrstu konsert. Har var tað Óli, ið tók eitt stórt lop fyri okkum, tá hann leyp niður á knæ í einum sangi," minnist Hendrik Jacobsen brosandi. 

"Men so stóðu nakrir professionellir tónleikar, sum vóru dómarar, ið góvu okkum góð ráð eftir framførsluna, og tað var óbetaliligt."

 

3. undanumfar

Í kvøld verður triðja og seinasta Sement-undanumfarið í Reinsarínum í Havn.

Tiltakið byrjar klokkan 20, og verður sent beinleiðis í sjónvarpinum.  

Sement

 

Hvat: Sement 2026
Hvar: Í Reinsarínum, sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Øll leygarkvøld í oktober kl. 20
Dómarar: Elinborg Pálsdóttir, Niels Arge Galán, Anna Iachino, Danny Baldursson, Ísak Sambleben og Páll Oddur Rubeksen.
Vertur: Lillian Dalsgaard
Sjónvarpsvertir: Rebekka Manuela Behrens & Finnur Koba
Reportari: Bjartur Sigmundarson

 

Treytir fyri luttøku:

  • Bólkurin ella einstaklingurin skal vera føroyskur ella hava fast tilknýti til Føroyar.
  • Framførslan má í mesta lagi vara 12 minuttir.
  • Øll løg skulu vera egin løg og ikki útgivin frammanundan.
  • Ein tónleikari kann luttaka í upp til trimum bólkum. Tó kunnu í mesta lagi tveir tónleikarar ganga aftur í somu bólkum.
  • Hevur ein bólkur vunnið Sement, skulu fimm ár ganga, áðrenn sami bólkur kann luttaka aftur.

 

Vinningar:

  1. vinningur: 30.000 kr.
  2. vinningur: 20.000 kr.
  3. vinningur: 10.000 kr.

    Umframt pengavinningarnar, so velja Spot festivalurin í Danmark, G! festivalurin í Gøtu og Voxbotn í Havn hvør sín luttakara til skránna komandi ár.  

 

Sement-vinnarar:
2025: Hans Andrias
2024: Gówa
2023: Aggrasoppar 
2022: Marius DC 
2021: Joe & The Shitboys 
2020: Tamara 
2019: Reality Bites 
2018: Fróði Bjarnason 
2017: Jasmin 
2016: Blusette 
2015: Konni Kass 
2014: Lyon and The Color Storm 
2013: The Absent Silver King 
2012: Sleepless Ghosts 
2011: Guðrun & Bartal 
2010: Hamferð 

 

 

 

 

Í summar krúnaðu Óli Joensen, Hendrik Jacobsen, Dan Eyðun Karbech Saxov og Jákup Holm Johannesen ferðina við 

Óli Joensen 
Hendrik Jacobsen
Dan Eyðun Karbech Saxov
Ørvur Argenziano Hentze
Jákup Holm Johannesen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120