Sement tendrar nýggju stjørnurnar á føroyska tónleikahimmalinum

Sement tendrar nýggju stjørnurnar á føroyska tónleikahimmalinum
Nøvn sum Hamferð, Konni Kass, Aggrasoppar, Tamara og Marius DC hava øll vunnið Sement. Leygarkvøldið skal ein nýggjur vinnari finnast og nýggjar stjørnur føðast
 
21.10.2026 - 20:00

Sement, sum í ár er fyriskipað fyri 18. ferð, er staðið og tiltakið, har næstu føroysku tónleikastjørnurnar verða tendraðar.

Um tú hyggur eftir Sement-vinnarunum hesi árini, ið tiltakið er fyriskipað, so hevur Sement víst seg at vera ein sera góð lopfjøl út á føroyska tónleikapallinum hjá teimum, ið bæði vinna.

Nevnast kunnu nøvn sum Hamferð, sum vann fyrstu útgávuna av Sement í 2010, Konni Kass sum vann í 2015, Jasmin í 2017, Marius DC í 2022, og Aggrasoppar í 2023. 

Vert er eisini at geva gætur, at ein undanfarin vinnari sum Fróði Bjarnason, ið vit kanska ikki hava hoyrt so nógv til seinastu árini, er klárur við nýggjari útgávu fyrst í næsta ári. 

 

LES EISINI: Sement 2026: Nettup og Eimyrja komu í finaluna úr fyrsta umfari


Dania Ó. Tausen vann ikki Sement, tá hon luttók í 2022, men hon vann FMA-heiðurslønina fyri bestu útgávu tvey ár seinni í 2024 (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Startskot fyri stjørnuskot

Sjálvt nøvn, ið hava vunnið Sement, men ikki eru virkin longur, eitt nú Reality Bites, hava verið startskot fyri fleiri stjørnuskot.

Á odda fyri Reality Bites stóð nevniliga Dania O. Tausen, ið nú er eitt av størstu nøvnum á føroyska listapallinum. 

Sama kann sigast um Blusette, sum vann Sement í 2016. Oddafólk í Blusette vóru Marianna Winter og Ragnar Finsson, sum bæði er sera virkin á heimliga tónleikapallinum.

Trygvi Danielsen, ið vit í dag kenna sum Silvurdrongur og lim í Aggrasoppum, var oddamaður í bólkinum The Abesent Silver King, sum vann Sement í 2013. 

 

SÍ EISINI: Í myndum: Gentuorka gjørdi sína innrás í Sement


RSP á pallinum á Sandinum á G! 2023 (Mynd: Filippo De Dionigi)

 

Ikki neyðugt at vinna

Sement er eisini sermerkt á tann hátt, at nøvn, sum hava luttikið í kappingini uttan at vinna, hava fingið sítt gjøgnumbrot við luttøkuni, eitt nú RSP, Benjamin Rajani, Telemama, Dania Ó. Tausen, systrarnar Ása Helena Brynjardóttir og Ronja Rasmussen, Bolstad og ikki minst Tunghoyrt. 

Tað er ikki av leið, tá fyriskipararnir bjóða áhoyrarum at koma í Reinsaríið, at fáa eina smakkiroynd av framtíðini hjá føroyskum tónleiki. 

 

LES EISINI: Sement gjørdist gjøgnumbrotið hjá Telemama

 

Endamálið við Sement er at geva einstaklingum og bólkum eina lopfjøl inn á tónleikapallin, og felagsnevnarin er nýggjur og spennandi tónleikur, ið ikki er útgivin áður.

Og hetta hevur riggað ógemeina væl, síðani tiltakið fór at bakkastokki í 2010. 

Leygarkvøldið skal 17. vinnarin av Sement finnast millum sjey meir ella minni nýggj tónlistanøvn: 

  • Eimyrja (tungmálmur)
  • Nettup (hipp hopp)
  • Alto (indie-popprokkur)
  • Gaia (indie-popprokkur)
  • Flákra (dreymapoppur)
  • Krasj (punkrokkur)
  • Bodil (singer/songwriter)

 

LES EISINI: Sement 2026: Vakurleikin og Beistið funnu hvørt annað í triðja umfari

 

Finalan verður sent beinleiðis í sjónvarpinum og stroymd á heimasíðu Kringvarpsins.

 

Hvat: Sement 2026 - Finalan
Hvar: Í Reinsarínum, sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Leygarkvøldið kl. 20
Dómarar: Elinborg Pálsdóttir, Niels Arge Galán, Anna Iachino, Danny Baldursson, Ísak Sambleben, Glenn Larsen og Páll Oddur Rubeksen.
Vertur: Lillian Dalsgaard
Sjónvarpsvertir: Rebekka Manuela Behrens & Finnur Koba
Reportari: Bjartur Sigmundarson

 

Finaluluttakarar

  • Eimyrja
  • Nettup
  • Alto
  • Gaia
  • Flákra
  • Krasj
  • Bodil

 

Treytir fyri luttøku:

  • Bólkurin ella einstaklingurin skal vera føroyskur ella hava fast tilknýti til Føroyar.
  • Framførslan má í mesta lagi vara 12 minuttir.
  • Øll løg skulu vera egin løg og ikki útgivin frammanundan.
  • Ein tónleikari kann luttaka í upp til trimum bólkum. Tó kunnu í mesta lagi tveir tónleikarar ganga aftur í somu bólkum.
  • Hevur ein bólkur vunnið Sement, skulu fimm ár ganga, áðrenn sami bólkur kann luttaka aftur.

 

Vinningar:

  1. vinningur: 30.000 kr.
  2. vinningur: 20.000 kr.
  3. vinningur: 10.000 kr.

    Umframt pengavinningarnar, so velja Spot festivalurin í Danmark, G! festivalurin í Gøtu og Voxbotn í Havn hvør sín luttakara til skránna komandi ár.  

 


Marius DC hevur júst vunnið Sement í 2022 (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sement-vinnarar:
2025: Hans Andrias
2024: Gówa
2023: Aggrasoppar 
2022: Marius DC 
2021: Joe & The Shitboys 
2020: Tamara 
2019: Reality Bites 
2018: Fróði Bjarnason 
2017: Jasmin 
2016: Blusette 
2015: Konni Kass 
2014: Lyon and The Color Storm 
2013: The Absent Silver King 
2012: Sleepless Ghosts 
2011: Guðrun & Bartal 
2010: Hamferð 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329