- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týskur flogskipari, sum bumbaði Klaksvík, kom aftur at vitja eftir kríggið

Hóskvøldið vísti Kringvarpið sjónvarpssendingina "Tá týskurin bumbaði Klaksvík".
Í sendingini siga eldri fólk, ið vóru børn undir krígnum, søguna um, tá týsk bumbuflogfør í fleiri umførum bumbaðu Klaksvík í 1941.
Bumbingarnar settu lívlong spor í tilveruna hjá hesum fólkum.
Helt tað vera so vakurt
Søgan um bumbingarnar hevur tó eitt eitt sindur margháttligt eftirspæl. Kári Sólstein, ið hevur lagt sendingina til rættis saman við John Willami Joensen, greiðir frá, at hann eitt kvøldið var til eitt tiltak í Varpinum.
Tá kom ein eldri maður yvir til sín. Hann hevði eina góða søgu, nú hann hevði hoyrt, at teir arbeiddu við einari sjónvarpssending um, tá ið Klaksvík bleiv bumbað undir øðrum heimsbardaga.
Mynd framleidd av vitlíki úr "Tá týskurin bumbaði Klaksvík", sum ímyndar løtuna, tá fyrsta týska bumbuflogfari kom undan Klakkinum í 1941
"Maðurin fortaldi, at ein vinmaður hjá sær koyrdi taxabil í Klaksvík í 50unum. Ein dagin, tá ið ferðamannaskipið Dronning Alexandrine lá við Langukaj og riggaði til at fara avstað, skuldi vinmaðurin koyra eitt útlendskt par, sum hevði búð á Sjómansheiminum, oman til skipið. Hann fór eftir teimum, og tá ið hann setur tey av á Langukaj, sigur ferðamaðurin við hann: 'Tú veist ikki, hvør eg eri, men nú eg fari avstað, skal eg siga tær tað. Eg var flogskipari á týska flogfarinum, sum bumbaði her í 1941. Eg minnist so væl, tá ið vit komu flúgvandi inn eftir fjørðinum, hvussu vakurt, eg helt tað verða. So eg avgjørdi, at yvirlividi eg kríggið, so skuldi eg koma aftur her at ferðast'."
Mynd framleidd av vitlíki úr "Tá týskurin bumbaði Klaksvík", sum ímyndar útsýnið hjá flogskiparunum, ið bumbaðu Klaksvík
Einki prógv
Kári Sólstein er skjótur at gera vart við, at hann sjálvandi ikki hevur nakað prógv fyri, at søgan um flogskiparan passar.
"Hinvegin verður ofta sagt, at veruleikin yvirgongur hugflogið. Hatta er ein so sermerkt søga, sum tað ikki ordiliga gevur meining at penta saman. Hví skuldi mann gjørt tað?"
Lítið hevur hesin týski flogskiparin helst gáa um, hvussu stór arr í fólkasálina í Klaksvík, hansara bumbur og maskinbyrsusalvur settu eftir seg. Hetta fæst sjón fyri søgn um í dokumentarinum "Tá týskurin bumbaði Klaksvík".
John Høj greiðir í sendingini frá, at hann javnan hevði marrudreymar orsaka av týsku bumbunum heilt upp til sín 80 ára føðingardag.
Mynd framleidd av vitlíki úr "Tá týskurin bumbaði Klaksvík", sum ímyndar hvussu tað sá út, tá bumburnar fullu millum húsini inn í Vági
"Nú bumbar týskurin aftur"
Kári Sólstein kann nikka játtandi til, at skelkurin av bumbingunum í 1941 setti seg djupt í fólk í Klaksvík.
"Jú, hendingarnar í 1941 ávirkaðu fólk í Klaksvík nógv meira, enn mann hevur givið sær far um," ásannar Kári Sólstein.
"Ein kona fortaldi mær, at hon arbeiddi á røktarheiminum fyri nógvum árum síðani. Hon segði seg minnst einaferð, at onkur brast eina skipsbumbu millum jóla og nýggjárs. Tá hvukku tey gomlu á røktarheiminum við. Fleiri róptu, at nú bumbar týskurin aftur. Tey gomlu vóru við eitt varpað heilt aftur til 1941 av hvølla brestinum."
Kári Sólstein hevur lagt dokumentarin "Tá týskurin bumbaði Klaksvík" til rættis saman við John Williami Joensen (Mynd: úr "Tá týskurin bumbaði Klaksvík")
Vakt nógv minnir
Kári Sólstein greiðir frá, at dokumentarurin tykist hava vakt nógv minnir hjá fólki.
"Ein kona, ið var og hugdi eftir dokumentarinum, tá hann bleiv frumsýndur í Varpinum, segði við meg, at hon hevði ofta hoyrt foreldrini fortalt um bumbingina. Men hetta var fyrstu ferð, at hendingin ordliga hevði sett seg í hana. Hon var sera kensluborin, nú hon sá foreldrinin fortelja so livandi um bumbingina. Foreldrini eru bæði farin í dag, og kanskta tað eisini við til at gera dokumentarin eitt sindur sterkari, at tey flestu fólkini, ið sita og greiða frá hendingunum í 1941, nú eru farin um sýn."
Hesi vóru børn undir krígnum, men skelkurin av at uppliva, at Klaksvík bleiv bumbað, sat í teimum alt lívið (Mynd: úr "Tá týskurin bumbaði Klaksvík")
Hví lurtaði eg ikki betur eftir?
Kári Sólstein heldur, at hetta eisini snýr seg um ta sannroynd, at mann ofta lurtar ikki nóg væl eftir foreldunum, meðan tey eru á lívi.
"Tað er ikki fyrr enn tey eru farin, at mann brádliga hugsar: Hví f.... lurtaði eg ikki betur eftir?"
"Tá týskurin bumbaði Klaksvík" kann síggjast á KVF Sjón við at trýsta HER.
Ella tú trýstir á "play" niðanfyri her.



























