- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aftur royndarkoyring á jólum

Ætlanin er at endurtaka royndarkoyringina hjá Bygdaleiðum á flogvøllin á jólum og nýggjárinum í ár.
Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna, spurdi Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um samanhangin millum bussar, ferjur og Atlantic Airways.
Jacob Vestergaard sigur, at Strandferðslan seinastu árini hevur økt túratalið millum Havnina og flogvøllin um summarið.
Men ikki ber til at hava óavmarkaða almenna busskoyring á leiðini, sigur landsstýrismaðurin.
Strandferðslan skal hugsa um fíggjarligu karmarnar.
So antin má játtanin hækka ella túratalið á øðrum leiðum skerjast.
Ein annar møguleiki er at strika tunnilsgjøldini fyri almenna busskoyring.
Sambært tølum frá í fjør komu 15,5 prosent av ferðafólkunum á leiðunum 300 og 350 í bussarnar á flogvøllinum.
























