- Tíðindi, mentan og ítróttur
Miðlar og vitlíki
Um KVF›Tíðindi
Miðlar og vitlíki
Hvussu broytir vitlíki miðlarnar, og hvussu brúka vit tøknina við skili? 6. november skipar KVF fyri almennari ráðstevnu um vitlíki, journalistikk og public service

Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen
27-10-2026
Vitlíki broytir longu arbeiðið á miðlastovnunum. Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið savna fólk úr Føroyum og hinum Norðurlondunum til ein dag um vitlíki, journalistikk og public service. Vit deila ítøkiligar royndir og umrøða ábyrgdina hjá miðlunum í einum samfelagi í broyting.
Røðararnir eru úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Svøríki.
Ráðstevnan verður fríggjadagin 6. november í Smæruni. Kringvarpið skipar fyri í samstarvi við Mentamálaráðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV









