Bretland vil styrkja samstarvið við Føroyar

Bretland vil styrkja samstarvið við Føroyar
Bretska stjórnin ætlar at undirskriva eina tvílanda samstarvsyvirlýsing við Føroyar. Eisini verður lagt upp til økt hernaðarligt virksemi í Norðuratlantshavi
HMS Portland
Mynd: Bretski herurin  
 
28.10.2026 - 09:08

Bretland vil hava tættari samstarv við Føroyar á fleiri økjum, har londini hava felags áhugamál.

Tað kemur fram í nýggju arktisku ætlanini hjá bretsku stjórnini, The UK and the Arctic, sum er dagførd í oktober.

Í ætlanini stendur beinleiðis, at Bretland vil undirskriva eina tvílanda samstarvsyvirlýsing við Føroyar fyri at styrkja samstarvið.

Tað verður tó ikki nágreinað, hvørji øki samstarvsyvirlýsingin skal fevna um, ella nær hon væntandi verður undirskrivað.

Størri hernaðarligur dentur á Norðuratlantshavið
Samstundis ætlar Bretland at styrkja hernaðarliga eftirlitið í Norðuratlantshavi, millum annað við herskipum, flogførum og nýggjari tøkni.

Serligur dentur verður lagdur á havøkið millum Grønland, Ísland og Bretland - tað sonevnda GIUK-holið, sum hevur stóran strategiskan týdning fyri Nato.

Bretska stjórnin vísir á vaksandi hernaðarligt virksemi hjá Russlandi, og ætlar at styrkja verjuna av millum annað undirsjóvarkaðlum og at styrkja undirstøðukervið.

Í ætlanini verður eisini staðfest, at Bretland virðir sjálvsavgerðarrættin hjá teimum trimum pørtunum í danska ríkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723