- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óli málglaður í tapi fyri Sporting

Óli Mittún hevði stillað skotarmin væl í Champions League-heimadystinum ímóti Sporting í kvøld.
Føroyingurin hitaði upp til landsdystirnar í næstum við 11 málum og fýra uppleggum, men Francisco Costa og hinir portugisararnir vunnu 37-35.
GOG var aftanfyri allan dystin og endaði á øðrum plássi aftanfyri Sporting við sjey stigum. Fjónliðið fer í miðumfarið uttan stig saman við Barcelona, Magdeburg, Sporting, Dinamo Bucuresti og Kielce.
Okkurt av teimum mongu málunum og uppleggunum hjá Óla Mittún ímóti Sporting síggjast í samandráttinum omanfyri.
Hákun eisini víðari
Hákun West av Teigum og Füchse Berlin, sum vunnu 40-33 á Partizan, fara eisini víðari uttan stig.
Føroyski vongurin skoraði tvey mál og brendi einaferð í Max-Schmeling-Halle, og høvuðsstaðarfelagið skal spæla ímóti Veszprem, PSG, Melsungen, Plock og Aalborg í miðumfarinum.
Eitt frálíkt mál hjá Hákuni West av Teigum er sloppið við á samandráttin av stórsigrinum hjá Füchse Berlin á Partizan í týska høvuðsstaðnum.
Jóhan á Plógv Hansen skoraði fimm mál, men SAH tapti 30-27 fyri Barcelona, og tað hevði við sær, at Dinamo Bucuresti slapp víðari í miðumfarið í staðin, og danska felagið í staðin "flytur niður" í European League.
EM-undankappingin byrjar
Áðrenn Óli Mittún og Hákun West av Teigum fara undir miðumfarið, skulu teir spæla í føroysku landsliðsblusuni.
Næsta mikudag byrjar nýggj EM-undankapping við heimadysti ímóti Kosovo við Tjarnir, áðrenn leiðin gongur til Montenegro, har dystur er á skránni sunnudagin 8. novemeber.



























