- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ráðførsla um nýtt skip
Ráðførsla um nýtt skip
Á skránni hjá Fíggjarnevndini í dag er ráðførsluskriv um broyttar játtanarfortreytir, nú
ferja skal bygggjast til Svínoynna og Fugloynna

Ritan er frá 1971.
29.10.2026 - 07:18
Á skránni hjá Fíggjarnevndini hjá løgtinginum í dag er ráðførsluskriv um broyttar játtanarfortreytir, nú
ferja skal bygggjast til Svínoynna og Fugloynna.
Ætlanin var annars at byggja ferju til kalsoyarleiðina fyrst.
Hon hevur leingi verið klár at bjóða út.
Men hon verður ikki boðin út, tí Kalsoyggin skal hava tunnil.
Tí er ætlanin at byggja skip til Svínoynna og Fugloynna nú.
Landsstýrið væntar, at skipið verður boðið út at byggja um tríggar ella fýra mánaðir.
Tað hevur biðið um áðførsluna, tí tað vil hava loyvi frá fíggjarnevndini at byggja skipið til Svínoynna og Fugkoynna fyrst.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























