- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíða framvegis eftir Fíggjarmálaráðnum
Bíða framvegis eftir Fíggjarmálaráðnum
Heilsuhjálparafelagið og KAF gjørdu semju um nýggjan sáttmála fyri 14 døgum síðani, men sáttmálin er ikki góðkendur enn

Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.
30.10.2026 - 12:19
- Vit hava framvegis einki hoyrt úr Fíggjarmálaráðnum.
Tað sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, nú tvær vikur eru gingnar, síðani Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdu semju um nýggjan sáttmála.
Vanliga tekur tað Fíggjarmálaráðnum bert nakrar fáar dagar at góðkenna ein sáttmála, men enn er eingin góðkenning komin.
Mary Antonsdóttir sigur seg vænta, at sáttmálin verður góðkendur í hesi vikuni. Hon ger greitt, at Heilsuhjálparafelagið fer ikki at samráðast meira.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
30102026_Mary
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























