Tora ikki at flyta heimaftur

Tora ikki at flyta heimaftur
Felagið Yngri Læknar finst at samgonguni fyri at niðurraðfesta útbúgving av læknum. Tað er trupult og krevjadi at fáa læknaútbúgving, og nú verður ikki lættari
 
31.10.2026 - 13:18

Katrin Dahl Hanusson er næstforfólk í Yngri Læknum Føroyar. Hon greiðir frá, at tey í felagnum eru sera vónbrotin av, at løgtingið eftir øllum at døma ikki raðfestir víðariútbúgving av yngri læknum.

Vit hoyra javnan um læknatrot í føroyska heilsuverkinum. Katrin Dahl Hanusson ivast ikki í, at nóg nógvir føroyingar eru, sum annaðhvørt eru útbúnir læknar, ella sum eru undir útbúgving. Leiðin at gerast lækni er long og krevjandi. Fyrsti parturin er universitetsútbúgving í 6 ár og sonevnt KBU-starv í eitt ár.

- Fyrsti parturin í spesialiseringini er at fáa eina intro, sum vanliga tekur eitt ár. Vil mann t.d. vera hjartalækni, so skalt tú fyrst hava eina intro í internmedisin, og so kanst tú søkja um at fáa høvuðsútbúgving í kardiologi, sum vanliga tekur 4-5 ár. Men tað er ikki altíð so lætt at fara beinleiðis frá KBU til intro og í høvuðsútbúgving. Ofta má mann hava fleiri intro, áðrenn mann sleppur víðari.

Fyrr var vanligt, at fólk fóru uttanlands fyri at fáa útbúgving. Eftir hondini ber til at taka ein part av læknaútbúgving í Føroyum.

- Til dømis ber til at taka eina fulla serlæknaútbúgving í almennmedisin, altso kommunulækna, tað ber til at taka í Føroyum. Og so hevur mann eisini arbeitt við at fáa tað, sum eitur fleks-tilgongd, soleiðis at tú kanst taka ein part av serútbúgvingini, í Føroyum, t.d. eitt ella tvey ár, og so skalt tú bara niður í eyni tvey ella trý ár.

Átøk hava munað
Trupulleikin við læknatroti er ikki nýggjur, og seinastu árini hevur ymiskt verið gjørt fyri at bøta um trupulleikan.

- Tað hevur verið ordiliga gott. Tað byrjaði við KBU, tað vóru við so fegin um. Síðan kom fleiri intro-størv spakuliga. Og tað gjørdi eisini, at fólk tordu at koma heim. Og tá ið hesar fleks-gongdirnar við høvuðsútbúgvingarstørvum komu, tá vóru vit ordiliga glað, tí nú kundu vit vera í Føroyum í nøkur samanhangandi ár. Og tað er heilt fantastiskt, tá ið mann kemur heim við familju og børnum.

Í sínum atfinningum vísa Yngri læknar á trý viðurskifti. Bara 2 av 5 avtalaðum høvuðsútbúgvingarstørvum eru fíggjað næsta ár, serlæknapuljan er strikað, og játtanin til útbúgving av yngri læknum stendur í stað.

- Tað ger, at vit tora ikki at koma heim. Vit tora illa at koma heim til Føroya. Vit standa eisini nú og hugsa, skal eg fara undir eina serlæknaútbúgving, ella skal eg bara flyta av landinum aftur beinanvegin, meðan børnini eru smá? Tí er einki starv, tá ið eg komi heimaftur, hvat skal eg so, skal eg fara í ALS?

Katrin Dahl Hanusson ivast ikki, tá hon verður spurd, um hon hevur nakað ynski frá politisku leiðsluni.

- Eg haldi heilt avgjørt, at tey skulu hugsa seg væl um og seta pengar aftur á serlæknapuljuna, og eisini at uppraðfesta útbúgving av yngri læknum, soleiðis at vit framhaldandi tora at koma heim og vera her og støðast í Føroyum.

Hoyr innslag úr útvarpstíðindunum.

1841463

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723