Kimi Antonelli er yngsti heimsmeistari í Formil 1-søguni

Kimi Antonelli er yngsti heimsmeistari í Formil 1-søguni
20 ára gamli italiumaður Kimi Antonelli er nú yngsti heimsmeistarin í Formil 1-søguni. Hetta bleiv staðfest, tá hann í dag endaði nummar trý í kappkoyringini í Meksiko
20 ára gamli italiumaðurin Kimi Antonelli, sum koyrir fyri Mercedes, er yngsti heimsmeistari í F1-søguni. Her siturin hann á herunum á tveimum av størstu meistarunum í søguni
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
01.11.2026 - 23:30

Nú tað resta fýra kappkoyringar, so kann 20 ára gamli Kimi Antonelli, sum koyrir fyri Mercedes-liðið, longu kalla seg heimsmeistari. 

Hetta hendi, tá hann tryggjaði sær eitt triðja pláss í 19. F1-kappkoyringini í ár, sum var í Meksiko í kvøld. 

Harvið verður Kimi Antonelli eisini yngsti heimsmeistari í F1-søguni. 


Kimi Antonelli fer um málstrikuna í Meksiko og kann nú kalla seg yngsti heimsmeistari í F1-søguni (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Sigurspallur við meistarum

Dagins kappkoyring vann Max Verstappen úr Red Bull, meðan Lewis Hamilton úr Ferrari endaði nummar tvey.

Harvið endaði Kimi Antonelli við at standa á sigurspallinum saman við tveimum at størstu F1-meistarunum í søguni. Lewis Hammilton hevur vunnið sjey heimsmeistarheitir, meðan Max Verstappen hevur vunnið fýra heimsmeistaraheitir. 

Higartil í ár hevur nýggi heimsmeistarin, Kimi Antonelli, annars staðið ovast á sigurspallinum níggju ferðir.

Italumaðurin tekur metið sum yngsti F1-heimsmeistarin í søguni frá týska Sebastian Vettel, sum vann sítt fyrsta heimsmeistaraheiti í 2010, tá hann var 23 ár og 134 dagar. 

Kimo Antonelli er 20 ár og 67 dagar, nú hann gjørdist yngsti heimsmeitarin í F1-søguni. 


(Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Bestu bitarnir úr kappkoyringini í Meksiko kunnu síggjast HER. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688