Géza gleðist um góðu gongdina í Grimsby

Géza gleðist um góðu gongdina í Grimsby
Géza Dávid Turi var aftur á máltalvuni, tá Grimsby Town sunnudagin vann seg víðari í ensku steypakappingini, FA Cup
Mathias Dimon Næs
Géza Dávid Turi
11.11.2026 - 21:49

Føroyska manslandsliðið er komið vegin fram til Košice, har Føroyar fríggjadagin skulu spæla Nations League dyst móti Slovakia. Millum spælararnar er Géza Dávid Turi, sum sunnudagin var á vøllinum allar 120 minuttirnar, tá Grimsby Town vann á Stafford Rangers.

Grimsby Town var stórfavorittur undan dystinum. Grimsby er í fjórðbestu deildini í Onglandi, meðan Stafford Rangers spælir í tí, sum svarar til 8. deild. Tað endaði 3-3 eftir longda leiktíð og Grimsby Town vann eftir brotssparkskapping. Géza Dávid Turi skoraði til 3-3 í longdu leiktíðini.

- Venjarin segði at FA Cup er altíð ein stórur dagur. Líka mikið hvørjum tú spælir í móti. Vot vóru aftanfyri 2-0 í hálvleikinum og venjarin segði nøkur ting hálvleikinum. Vit komu upp á 2-2, men so endaðu vit aftanfyri 3-2, áðrenn eg skori til 3-3, sigur Géza Dávid Turi.

Tað tekur eina løtu hjá kroppinum, at koma fyri seg eftir 120 minuttir av enskum steypafótbólti. Tí hevur Géza Dávid Turi eisini vant eitt sindur øðrvísi enn hinir á landsliðnum. Miðvallarin úr Gøtu er tó ikki í iva um, at hann verður til reiðar fríggjakvøldið.

- Mentalt eri eg væl fyri, men tað merkist at eg havi spælt í 120 minuttir. Magni Mohr hevur koyrt á meg við súkkluni, so eg blívi klárur til fríggjakvøldið, sigur landsliðsmiðvallarin.

Slovakia skal bara hava eitt stig fyri at tryggja sær uppflyting til deild B í Nations League, meðan Føroyar eru í harðari kapping við Moldova og Kasakstan um at blíva nummar tvey, ið gevur atgongd til upp- og niðurflytingardyst.

- Tað er ein dreymur, at tú kasnt spæla slíkar dystir og tað er spennandi. Eg haldi, at vit burdur havt vunnið dystin í Føroyum, um vit hyggja eftir tølunum. Eg vænti, at teir fara at gera alt fyri at vísa, at teir eru betri enn vit, men kanska vit klára at halda teimum og skapa okkurt hinvegin, sigur Géza Dávid Turi.

Føroyar spæla móti Slovakia fríggjakvøldið klokkan 19.45. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum vísur dystin eftir Dag og Viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328