- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koyra saman fyri samanhaldið

At fara í bilin uttan fyri felagshúsið fyri síðan at koyra saman við liðfeløgunum til dystarstaðið hevur nógvar fyrimunir, halda Fríða Næs, sum er leiðari fyri sosialari- og umhvørvisburðardygd hjá FSF og Jóhann í Króki, sum hevur verið venjari í nógv ár.
- Hjá okkum er tað so, at vit hava gentur á liðnum, sum koma úr ymsum býarpartum í býnum, so tær kennast ikki frá skúlanum, so løtan í bilinum gevur teimum møguleika at práta saman og koma at kennast, sigur Jóhann.
Hóast fleiri feløg og nógvir venjarar longu gera hetta frammanundan, hildu tey í FSF hetta vera vert at arbeiða meira við, og hava tí sett eina verkstovu á skrá, har til ber at hittast, deila vitan og góð hugskot.
- Tað snýr seg um at geva børnunum góðar upplivingar í ítróttinum, og til dømis um tað ikki hevur gingið so væl á vøllinum, so fara tey ikki í hvør sína ætt beint eftir hetta, men hava túrin heim til at hugna sær saman, áðrenn tær fara hvør til sítt, sigur Fríða Næs.























