- Tíðindi, mentan og ítróttur
Javningarprosentið næsta ár verður 3,14 prosent
Javningarprosentið næsta ár verður 3,14 prosent
Javningarprosentið er árliga prosenttalið, sum flest allar almennar veitingar og pensjónir skulu javnast eftir

Javningarprosentið er árliga prosenttalið, sum flest allar almennar veitingar og pensjónir skulu javnast eftir.
02.11.2026 - 09:34
Javningarprosentið til almannaveitingar næsta ár verður 3,14 prosent, kunnger Almanna- og bústaðamálaráðið.
Tað er 2,71 prosent í ár. Í fjør var tað 3,6.
Fyrraárið var javningarprosentið 3,8, sum var nakað meira enn undanfarin ár.
Javningarprosentið er árliga prosenttalið, sum flest allar almennar veitingar og pensjónir skulu javnast eftir.
Javningarprosentið verður útroknað sum miðaltalið av prosentvísu broytingini í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum í tólv mánaða skeiðnum, sum endaði 1.oktober, og prosentvísu broytingini í brúkaraprístalinum annan ársfjórðing í ár sammett við annan ársfjórðing í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























