- Tíðindi, mentan og ítróttur
Balsam fyri sálina í Seyðahúsinum við ánna

Vilt tú hitta Hjørdis Fríðu Gregersen eftir arbeiðstíð, er stórur møguleiki fyri, at tú finnur hana í Seyðahúsinum við ánna. Her brúkar hon nógv av sínari frítíð saman við seyði, hundum, hønum, dunnum og gásum.
Áhugin fyri djórum hevur fylgt henni síðani barnaárini. Abbin hevði seyð og onnur húsdjór, og sjálv hevur hon altíð trivist væl saman við teimum.
Tað, sum byrjaði við trimum hønum og einum hana, er við tíðini vaksið til eitt heilt lítið djórasamfelag.
– Tað byrjaði bara við nøkrum hønum, men so fór bólturin á rull. Eg haldi, at tað er ordiliga spennandi, og tí tími eg tað so væl, sigur Hjørdis.
Serliga veðrurin Eddie hevur fingið ein serligan leiklut. Hann skal út at brunda, og tí er hann inni í seyðahúsinum, og nógva samvera hevur gjørt hann sera spakan. Tí eru hann og Hjørdis góðir vinir í dag.
– Fyri meg er Eddie júst sum ein hundur. Tú etur ikki hundin hjá tær, og tí fari eg heldur ikki at eta Eddie, sigur hon, og viðgongur, at tað er nógv truplari at eta djór, sum hava fingið navn.
Tað krevur nógv arbeiði at ansa øllum djórunum. Fóður skal gerast klárt, hús skulu sópast, og djórini skulu røkjast hvønn dag. Kortini er tað júst her, hon finnur frið.
– Hetta er mítt frírúm. Tað er balsam fyri sálina, sigur hon.
Á Facebook-vanganum „Seyðahúsið við ánna“ deilir hon javnan myndir og filmsbrot úr gerandisdegnum við djórunum. Har fáa nógv gleði av teimum smáu løtunum, sum eisini geva henni sjálvari ró og trivnað í gerandisdegnum.


























