Netanyahu er til reiðar at skipa nýggja stjórn

Netanyahu er til reiðar at skipa nýggja stjórn
Ísraelski forsætisráðharrin ger samstundis greitt, at hann fer ikki at samstarva við báðar arabisku flokkarnar
Likud-flokkurin hjá Benjamin Netanyahu gjørdist størstur á ísraelska valinum, og Netanyahu ætlar at halda fram sum forsætisráðharri.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.11.2026 - 08:24

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, og flokkur hansara, Likud, eru til reiðar at standa á odda fyri nýggjari "breiðari stjórn," og eru opnir fyri samrøðum.

Samstundis vrakar hann samstarvið við teir báðar arabisku flokkarnar í Ísrael.

- Almenna Ísrael vil ikki hava eina stjórn, sum er samansett av Ra'am og Sameinda listanum, skrivar hann á X.

77 ára gamli Netanyahu skuldsetir báðar flokkarnar fyri at stuðla yvirgangi og ikki at viðurkenna Ísrael.

 

Vil sleppa at halda fram

Sjálvur skrivar hann, at Likud, undir leiðslu av Netanyahu sum forsætisráðharra, er til reiðar at skipa stjórn við allar flokkar, sum "ikki stuðla yvirgangi."

Sjálvur heldur Netanyahu, at hann eigur at halda fram sum forsætisráðharri, tí Likud gjørdist størsti flokkur.

Hetta sigur hann samstundis sum teir fýra flokkarnir í andstøðuni eftir ætlan skulu hittast í dag. Tað er fyrstu ferð síðani valið í síðstu viku.

Hvørgin vongurin á tjóðartingsvalinum fekk nóg nógvar atkvøður til at skipa egnan meiriluta í ísraelska tjóðartinginum, Knesset.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723