- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skattar dýpið um snildfonir

Lógaruppskotið um snildfonir í fólkaskúlanum er sum skilst á veg.
Men fyrst hevur landsstýrismaðurin í mentamálum gjørt uppskot um meginreglur um, at ikki verður loyvt at nýta snildfonir í fólkaskúlanum.
Uppskotið er til hoyringar til 25. november.
Høvuðsbroytingin er, at næmingarnir ikki hava snildfon við í skúla.
Men teir kunnu hava telefon við, sum ikki hevur netsamband, tað er knappatelefon.
Eisini er uppskot um undantak fyri næmingar, sum hava tørv á snildfon sum hjálparamboð.
Saman við uppskotinum er tilmæli til landsstýrismannin við frágreiðing um fartelefonnýtslu, og frágreiðing um, hvussu skipanin er í fólkaskúlanum í dag.
Eisini eru granskingarúrslit um at brúka fartelefon, yvirlit yvir skipanir í ES londunum og víst verður til yvirlýsing, sum norðurlendsku stjórnarleiðararnir fráboðaðu 27. oktober um sosialar miðlar.

























