- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskidagarnir aftur uppi
Fiskidagarnir aftur uppi
Teir 750 fiskidagarnir, sum bátarnir í bólki 5B fingu síðst í august, eru brúktir

10.11.2026 - 06:32
Teir 750 fiskidagarnir, sum bátarnir í bólki 5B fingu síðst í august, eru brúktir.
Sambært hagtølunum hjá Vørn eru tríggir dagar eftir.
Men Vørn sigur, at fyrivarni skal takast fyri, at fiskidagar fyri bólk 5 á landgrunninum eru okkurt um 14 dagar afturúr.
Bólkur 5B fekk fyrst 3.344 dagar, sum vóru upp í summar.
Síðst í august fekk bólkurin 750 dagar aftrat.
Nú er eingin eftir.
Bólkur 5A fekk 3.124 dagar og hevur sambært nýggjastu hagtølum hjá Vørn 648 eftir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























