FM á langgeil: Føroyingarnir í Aalborg væl nøgdir

FM á langgeil: Føroyingarnir í Aalborg væl nøgdir
Líggjas Joensen hevur svomið við Aalborg Svømmeklub í tvey ár, og seinasta hálva árið hevur Isak Brisenfeldt eisini verið í Jútlandi. Teir báðir vunnu nógv til FM á langgeil
08.06.2026 - 19:00

Isak Brisenfeldt og Líggjas Joensen vóru væl nøgdir við úrtøkuna til føroyameistarakappingina á langgeil, sum var í Havn um vikuskiftið. 

Líggjas Joensen vann gull í 200, 400, 800 og 1500 metur frísvimjing og 200 metur rygg, meðan Isak Brisenfeldt fór avstað við gullinum í 50, 100 og 200 metur firvald og í 100 metur frí.

Teir umboðaðu HS og Ægir til FM-kappingina, men svimja annars við Aalborg Svømmeklub, har Líggjas Joensen hevur verið í tvey ár og Isak Brisenfeldt er komin afturat fyri einum hálvum ári síðan.

 - Tað er virkuliga deiligt. Øll eru fitt har, og eg trívist sera væl. Líggjas er eisini har, so tað er ikki bara danskt, smílist Isak Brisenfeldt.

 - Liðini eru stór, og tað er góð uppmøting. Tú fært kapping til hvørja venjing, og tað eru altíð nógvir venjarar á kantinum at hjálpa einum, leggur Líggjas Joensen afturat.

Í august skal Isak Brisenfeldt svimja til EM. Tað skal Líggjas Joensen eisini, men fyrst fyri er evropeiska ungdómsmeistarakappingin, og har eru málini hjá Líggjasi Joensen stór.

 - Eg fari at satsa upp á finalupláss í Em fyri juniorar. Fari at royna at svimja upp ímóti juniormetunum hjá Páli (Joensen, blaðm.). So fáa vit at síggja, hvussu tað gongur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598