- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heldur flyta dagar enn lata fleiri

Í staðin fyri at geva bólki 5 fleiri fiskidagar, ætlar Fiskimálaráðið at flyta bólki 5B fiskidagar úr bólki 5A.
Uppskot er gjørt um at broyta kunngerðina um fiskidagarnar hjá bólkinum, so flyting millum bólkarnar ber til.
Hoyringarfreistin er sera stutt. Hon er til í morgin klokkan tíggju.
Teir 750 fiskidagarnir, sum bátarnir í bólki 5B fingu síðst í august, eru brúktir og væl tað.
Bólkur 5B fekk fyrst 3.344 dagar, sum vóru upp í summar.
Síðst í august fekk bólkurin 750 dagar aftrat.
Nú er eingin eftir.
Ov nógvir dagar
Tvørturímóti eru 51 dagar ov nógv brúktir.
Bólkur 5A fekk 3.124 dagar og hevur sambært nýggjastu hagtølum hjá Vørn 630 eftir.
Og brúkar bólkur 5A ikki teir allar, skulu teir kunna flytast bólki 5B.
Í bólki 5 eru útróðrarbátar undir 15 tons.
Bólkur 5A er fyri vinnuliga riknar bátar.
Vørn tekur fyrivarni fyri, at fiskidagar hjá bólki 5 á landgrunninum eru okkurt um 14 dagar afturúr í hagtølunum.



























