- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin niðurstøða um eld í landstøð á Gomlurætt
Eingin niðurstøða um eld í landstøð á Gomlurætt
Einki bendir á, at hann var ásettur, sigur politiið

Landstøðin á Gomlurætt fekk stóran skaða av eldinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
20.11.2026 - 08:58
Eingin niðurstøða er gjørd um eldin í landstøðini hjá Hiddenfjord á Gomlurætt fyri einum mánaði síðani.
Men einki bendir á, at hann var ásettur, sigur politiið.
Klokkan tvey um náttina 22. oktober var boðað frá eldinum, sum var stórur.
Sandoyartunnilin var stongdur í nakrar tímar, tí roykurin lá tann vegin.
Skaðin var stórur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























