- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirløn til allar pensónistar

Landsstýrið ætlar at minka munin á fíggjarligu umstøðunum hjá fólkapensjónistum, sum við arbeiðinum hava spart saman til egna eftirløn og hjá fólkapensjónistum, sum hava verið fyritíðarpensjónistar.
Uppskot um tað er í løgtinginum, og fyrsta viðgerð verður á tingfundinum í dag.
Við uppskotinum fara fólkapensjónistar, sum hava verið fyritíðarpensjónistur, at fáa eftirlønarviðbót aftrat pensjónini.
Okkurt um 150 fólk flyta frá fyritíðarpensjón til fólkapensjón um árið.
Í 2027 fara 150 pensjónistar at fáa eftirlønarviðbót.
Tað fer at kosta landinum 600.000 kr. næsta ár og 1,6 milliónir í 2028.
Og Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, skal svara skrivligum fyrispurningi frá Fíu Selmu Nielsen um Orkuveiting og orkutrygd.
Tingfundurin í dag er kl. 11.00.
























