- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grindin
Í sendingini hesa ferð hitta vit kvinnurnar handan leikin “Einaferð var tað eg…”, Mariann Hansen og Duritu Dahl Jacobsen. Tær fara at greiða frá hugsanini handan leikin - um nýfeminismu, Tann Pena Gentan, intuitión, ævintýr og at vakna upp frá líkasæluni.
Eisini er nýggj krimiskaldsøga givin út, har rithøvundur er navnframi klaksvíkingurin, Steintór Rasmussen, ið vanliga verður tilknýttur til tónleikaheimin.
At enda fara vit at fregnast um spennandi sangleikin “Feitar tíðir”, sum Jákup Weyhe og Hans Torgarð hava skrivað.
Lagt til rættis: Sissal Kampman, Pætur M. Dahl og Ivan Hentze Niclasen. Upptøkur og klipp: Rógvi Rasmussen.
Grindin
Mentanarsendingin Grindin var send í sjónvarpinum 2014 - 2017
Vit fara um grindina og lýsa grundir, gongdir og viðurskiftir annars á mentanarpallinum. Innihaldsliga fevnir sendingin breitt, t.d.innan økini bókmentir, filmar, málningalist, arkitektur, ummæli.