Andlát verða lisin tvær ferðir í útvarpinum. Jarðarferðir kunnu lesast meira enn tvær ferðir um avvarðandi ynskja tað. Tað er ókeypis at lýsa andlát og jarðarferðir í útvarpinum.
Andlát skulu sendast við telduposti til of.fvk@taldna
Kringvarpið tilskilar sær rættin til at fremja málsligar broytingar í tekstinum samsvarandi galdandi almennum stavsetingar- og bendingarreglum, sum eru at finna hjá Málráðnum.
Hesar upplýsingar skulu sendast:
- Teksturin, sum skal lesast (andlát og jarðarferð)
- Nær andlát og jarðarferð skulu lesast
- Navn og telefonnummar á persóni, sum sendir andlátið inn
Freistir
Senditíð | Innlatingarfreist | |
Mán.-frí. | 12:35 og 18:15 | kl. 11:30 og kl. 15:00 sama dag |
Leygardag | 12:30 og 18:10 | kl. 11:30 og kl. 13:30 sama dag |
Sunnudag | 14:10 og 18:10 | kl. 13 sama dag |
Halgidagar | 14:10 og 18:10 | kl. 13 sama dag |
Andlát verða løgd á heimasíðu okkara stutt eftir, at tey eru lisin. Tó verða andlát, sum eru móttikin millum klokkan 13:30 leygardag og klokkan 13 sunnudag, ikki løgd á heimasíðuna fyrr enn mánamorgun.
Um ivamál eru ber til at ringja til okkara á telefon: +298 34 75 00