Kringvarpslógin ásetir, at Kringvarp Føroya kann hava ískoytisveitingar til serstøk og samskipað tiltøk, og at greiður skilnaður skal vera ímillum programminnihald og ískoytisveitingar.
Ein ískoytisveiting er ávís stuðulsveiting sum peningur, stuðul ella vinningur, ið verður latin. Ískoytisveitingin kann latast til størri og kostnaðarmiklar sendirøðir, t.d. innan greinir sum dokumentar, drama og undirhald, ella kostnaðarmiklar ítróttaframleiðslur.
Fyritøkur, virki, handlar, stovnar, feløg o.l. kunnu gera sáttmála/ar um ískoytisveiting/ar. Víst verður til ískoytispolitikkin hjá Kringvarp Føroya: Ískoytispolitikkur hjá Kringvarpi Føroya (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)