Leitisstein

LEITISSTEIN 12.10.2021 (& TINGSTRUP)
13-10-2021
Thomas Bjørn Tingstrup er gestur í sendingini. Thomas hevur eina fortíð sum marknaðar- og vørustjóri hjá EMI-Medley í Danmark, og er tónleikanørd um ein háls

Tá LEITISSTEIN í síni tíð varð settur at samskipa verkætlanina Føroyskar Søgur, so møtti hann Thomas Tingstrup, ið var stigtakari til verkætlanina saman við Troels Uhrbrand Rasmussen.

Tað var skjótt greitt, at Thomas og LEITISSTEIN høvdu ein felags tokka til tónleikin, sum vit nørdaðust nógv um. Eitt nú fóru vit til konsertir saman.  

Tingstrup og LEITISSTEIN hava hildið sambandið øll hesi árini, síðani Føroyskar Søgur komu út, og tá LEITISSTEIN var og vitjaði í Lissabon, har Thomas Tingstrup og konan, Annette, eiga og reka gistingarhúsið Tings Lisabon, so var lag á manni eisini at seta seg niður at nørdast eitt sindur um tónleik.

Njótið sendingina. Thomas hevur nógvar góðar røvarasøgur. 

PLAYLISTIN FYRI SENDINGINA:

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.  Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
4. mai gevur Annika Hoydal út plátuna "Leysir endar", og í sendingini eru Annika samvertur, meðan vit spæla flestu sangirnar á nýggju plátuni
03-05-2023
Sendingin er ognað legendariska enska elektropopp-bólkinum Depeche Mode, ið júst hava givið sína 15. plátu út, "Memento Mori", eitt ár eftir at stovnarin Andy Fletcher doyði
26-04-2023
Nógvur nýggjur tónleikur er á skránni, eitt nú frá Beck, Depeche Mode og øðrum
19-04-2023
Heiðrikur á Heygum er samvertur í sendingini í sambandi við, at hann 4. mars útgav plátuna "Heiðrik Sings The Björk Song Book" við jazzútsetingum av sangum hjá Björk
29-03-2023
Plátuaktuelli Eyði Horsdal er samvertur, har vit spæla allar 16 sangirnar á hansara debutplátu "Songs With Eva", men eisini krydda við tónleiki, ið hevur veitt honum íblástur
22-03-2023
Hans Marius Ziska, oddamaður í bólkinum Marius Ziska, er samvertur í sendingini í sambandi við, at hann og bólkurin hava givið nýggju plátuna "Rúm" út
15-03-2023
Eiler Sørensen er samvertur í sendingini, nú tað er Spæl føroyskt-vika í útvarpinum. Farið verður inn undir vaðingina í KVF eftir gloymdum føroyskum sangperlum
08-03-2023
Um tú ikki hevur hug at vera partur av teimum hálvgomlu biiibhøvdunum, sum gevast við at lurta eftir nýggjum tónleiki, tá tey eru vorðin 33 ár, so er at lurta her
01-03-2023
Fríggjadagin 24. februar gevur virtuelli bretski superbólkurin Gorillaz út nýggju plátuna. Plátan, og annar spikahamrandi feitur tónleikur, verður fagnað í sendingini
22-02-2023
Teitur Lassen er komin við í Studio 4 sum samvertur, og í skjáttuni hevur hann tónleik av alskyns slagi. Lurtið. Tað er spikahamrandi feitt
15-02-2023
Grammy vinnararnir 2023 sleppa fram at í sendingini, sum er bæði fjøltáttað og góð
08-02-2023
Sakaris Emil Joensen, sum býr og virkar í Reykjavík, er ein av okkara fremstu popparum og tónleikaframleiðarum. Sakaris er er samvertur nú hann hevur útgivið nýggja EP
02-02-2023