- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radio Salt

Víkigaskipsætlanin verður flutt úr Hovi norður á Drelnes, hvat ein søgufrøðingur heldur geva góða meining. Aðrastaðni í oynni læra tey hvønn annan um gróðurseting. Tað er mest uttandura, meðan børnini flokkast innandura í Suðuroyar Talvfelag. Og Pubbin letur upp aftur við kaffi og kunning. Haraftrat verða 'Surriartíðindi' send á fyrsta sinni.
Eyðun Nolsøe, solistur og Frændalimur, spælir fimm vøkur løg, og Annika Hvanngarð, ið er nevndarlimur í felagnum Víkingaskip, greiðir frá víkingaskipsætlanini á Drelnesi. Annika Hvanngarð, sum hevur lisið søgu, og Kári Jespersen, søgufrøðingur, siga frá fólkalívi, mati og enn nýttum staðarnøvnum frá víkingatíðini. Kári Jespersen sigur, at staðarnavnið 'Drelnes' í Øðravík er frá norrøna Trelnes, ella Trælanes, sum føroyingar vildu sagt í dag.
Tina Grønbech og Guðrun í Lágabø frá Suðuroyar Garðafelag, og Fríði Stenberg, Ingi Ellingsgarrd og Eyðun Nolsøe frá Suðuroyar Talvfelag siga frá sínum virksemi.
Og at enda: Ein kafé við meira letur upp í hølunum har Pubbin helt til í Gamla Einahandlinum á Tvøroyri - í gomlu ognunum hjá Thomsen á havnarlagnum. Hetta verður gjørt í samstarvi við kommununa og ferðavinnuna á staðnum. Ansgar Sørensen vitjar sendingina í hesum sambandi.
Radio SALT 29.4.26

Radio Salt
Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.











