- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á quiztinum

Jan Erik Simonsen hevur skrivað bókina um Vesturvón, og Sigmar Bláberg, ið eisini er útvarpsmaður, hevur eitt nú skrivað fleiri bøkur um Stállínuskipini, og teir kappast móti Regini Marnersson og Sonna Djurhuus, ið eru skúlastjorar í hvør sínari arkitektonisku perlu, ávíkavist Skúlanum á Fløtum og Skúlanum við Streymin.

Á quiztinum
Kappingin er skipað við átta innleiðandi umførum, fýra fjórðingsfinalum, tveimum hálvfinalum og einari finalu.
Í hvørjum umfari kappast tvey lið við tilsamans fýra luttakarum, og evnini, ið spurt verður um, eru eitt nú føroysk skipasøga, nær var tað, føroyskur og útlendskur tónleikur og Føroya søga. Harumframt er serliga avbjóðingin og finaluumfarið, ið inniheldur eitt sindur av hvørjum.
Vertur er Gunnar Nolsøe, meðan Rudolf Joensen er dómari.