- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samfelag
Havnin fær eina rundkoyring afturat í september. Hon verður á vegamótinum Landavegur, Íslandsvegur og Heygsvegur.
Norska stjórnin vil nú gera seg leysa av flogfelagnum, SAS, og setir síðstu partabrøvini í skandinaviska flogfelagnum til sølu.
Børn kunnu fáa allergi og eksem av heimagjørdum slími. Danska Astma- og allergifelagið mælir tí fólki frá at brúka og gera heimagjørt slím.
Leigunevndin viðgjørdi í fjør 39 mál. Leigunevndin sigur í ársfrágreiðingini fyri 2017, at leigumarknaðurin er sum heild undir stórum trýsti
EFTA-londini Ísland, Sveis og Noreg høvdu í 2017 hægsta prísstig fyri matvørur og tænastur til húsarhald.
Umstøðurnar hjá børnum, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin, eru ikki nøktandi. Tað er ein av niðurstøðunum hjá løgtingsins umboðmanni
ES-leiðarar høvdu í gjár kreppufund um flóttar, og eftir fundin eru leiðararnir samdir um, at nógv gott kom burturúr fundinum, sum byggjast kann á.