Afturkalla dunnubringu

Afturkalla dunnubringu
Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar dunnubringu, sum møguliga er seld í Føroyum.
 
24.12.2018 - 12:07

Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar feska dunnubringu, sum møguliga er seld í Føroym.

Talan er um vøru, ið eitur Fersk Frilands Oscar dunnubringa 1500 gram.

Framleiðsludagarnir eru 12/12-18, 13/12-18, 14/12-18 og 15/12-18.

Tað er danska Fødevarestyrelsen, ið afturkallar vøruna.

Staðfest er, at partar av vøruni lukta illa, ella ikki sum hon skal, og tí er hon ikki egnað til mannaføði.

Talan er um vøru, sum møguliga er seld í Føroyum, og tí vilja vit gera fólk varug við fráboðanina, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í tíðindaskrivi.

Heimasíðan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er hfs.fo og heimasíðan hjá danska Fødevarestyrelsen er foedevarestyrelsen.dk

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985