Gulltekja leikvøllin til HM-finaluna í fótbólti

Gulltekja leikvøllin til HM-finaluna í fótbólti
HM-fyriskipararnir í fótbólti, Qatar, hava nú kunngjørt, hvussu leikvøllurin har finalan skal spælast, skal síggja út
Mynd: handout  
 
25.12.2018 - 16:32

Finalan verður í nýggja býnum, Lusail, sum er 15 km norðanfyri høvuðsstaðin, Doha. 

Leikvøllurin kostar 40 miljardir evrur, - tað svarar til slakar 300 miljardir danskar krónur at byggja. Pláss verður fyri 80-túsund áskoðarum, og hann skal verða liðugur í 2020.

Tekjan á leikvøllinum skal dekkast við einum lagi av gulli.

Hetta er ein av átta HM-leikvøllum, sum sambært BBC, fara at kosta tilsamans meira enn eina billión krónur.

Funnist hevur verið at verkætlanini, og frágreiðingar eru um, at arbeiðsumstøðurnar eru sum hjá trælum, og fleiri gestaarbeiðarar eru deyðir, tí trygdin hevur verið ov vánalig.

Funnist hevur eisini verið at, at HM í fótbólti skal spælast í november og desember. Men nógvi hitin um summarið ger, at tað er ikki spælandi tá. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454