Samfelag

Fríggjadagurin verður harður fyri badmintonspælaran, Rannvá Carlsson. Hon er í finaluni í tvímansleiki hjá kvinnum og í blandaðum tvímansleiki. Harafturat skal hon helst spæla bronsudystin í einmansleiki

Gomlu oljutangarnir hjá Effo á keiini í Vági verða nú tiknir niður. Tað skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu

Marnar Djurhuus og Rógvi Højgaard hava vunnið hvør sítt bronsuheiðursmerki í frælsum ítrótti

Føroyar taptu 3-1 fyri Álandi í flogbólti í kvøld. Úrslitið hevur við sær, at liðið skal vinna teir báðar írestandi dystirnar fyri at fáa heiðursmerkjapláss

Føroyar hava fingið eina bronsu í fjallasúkkling, tá tað eydnaðist Helga Winther Olsen at koma um málstrikuna sum nummar trý

Uppskotið at flyta eina millión krónur frá Eysturoyartunlinum til partafelagið Sandoyartunnilin kemur í løgtingið á ólavsøku

Tað verður í hesari vikuni, at Búnaðarstovan fer at biðja Fútarættin hjálpa sær við at fáa Jóhan Dalsgaard og hansara fólk av festinum í Fámara

Reinsaríið í Havn verður nú gjørt um til eitt rútmiskt spælistað

Jan Jakobsen, stjóri í Lív, er nú eisini stjóri í Skálafjarðartunlinum, sum Lív eigur. Hann tekur við eftir Olav Skaalum Guttesen, deildarleiðara í Eik Banka

Føroyar fingu tvey heiðursmerki í kappingini í einkultstarti í súkkling

Síður