Oyggjaleikir: Torkil Veyhe vann silvur

Í morgun vóru føroysku súkklarnarnir á 110 kilometrar road-race súkklukapping í Hamilton í Bermuda. Og føroyingarnir stóðu seg væl. Torkil Veyhe fekk eitt silvurmerki og tað vóru súkklarnir sera fegnir um.
 
Jóannis Albert Nielsen var óheppin, tí tá ið hann hevði 33 kilometrar eftir at súkla, punkteraði hann. Hetta legði eyka trýst á hinar súkklararnar, men hóast hetta, so virkaði taktikkurin hjá føroyingum, og tað eydnaðist kortini Torkili at fáa eitt heiðursmerki.
 
Teir fýra sum kappaðust á 110 kilometrum hjá monnum vóru, Torkil Veyhe, Jóannis Albert Nielsen, Bogi Kristiansen og Gunnar Dahl Olsen.  
 
Súsanna Skylv Sørensen súkklaði eisini í morgun. Hon kappaðist um 70 km road-race fyri kvinnur. 
 
Hjá Súsonnu gekk ikki eins væl, sum hjá monnunum. Hon stóð seg væl í byrjanini, lá í oddinum, men tá ið umleið 10 km vóru eftir, fóru hinar at spurta, og Súsanna endaði millum tær aftastu. 
 
Her er ein myndarøð frá kappingini á landavegi í morgun.
Er kopiera