Myndir: Listaverk til "Føroyar móti krabba"

Listafólkini, Guðrið Poulsen, Tróndur Patursson og Joe Cole, hava latið hvør sítt listaverk til landsinnsavningina "Føroyar móti krabba," sum verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 27. mars.

Listaverkini verða sýnd fram í Norðurlandahúsinum og seld á uppboðssølu. 

Uppboðssølan byrjaði í gjár, og endar leygarkvøldið 27. mars klokkan 22. 

Ásett er eitt lægsta boð fyri listaverkini. Tey eru hesi:

• Standmynd hjá Guðrið Poulsen - 5.000 krónur

• Standmynd hjá Joel Cole – 5.000 krónur

• Málningur hjá Tróndi Patursson - 20.000 krónur

Tað ber til at bjóða upp á listaverkini longu nú, og tað verður gjørt við at ringja á telefon 200300. Uppboðstelefonin svarar mánadag til fríggjadag frá kl. 8 til 16. Leygardagin 27. mars ber til at bjóða upp á listaverkini í tíðarskeiðnum kl. 19.00 til 22.00, tá sendingin ”Føroyar móti krabba” verður send í sjónvarpinum.

Sí myndirnar, sum Bjarni Árting Rubeksen tók í gjár, tá listafólkini komu í Norðurlandahúsið við listaverkunum.

 

 

Er kopiera